Í morgin verður úttøkukapping til føroyska triathlonlandsliðið, sum í summar skal kappast á Bermuda tá Oyggjaleikir verða í juli mánað.
Kappast verður á tí sokallaða OL teininum, ið er 1500 metur svimjing, 40 km. súkkling og síðani 10 km. renning.
Kvinnurnar kláraðu seg væl á Rhodos, tá triathlon seinast var á skránni í Oyggjaleikahøpi.
Tá vóru tað Súsanna Skylv, Karina Ottosen og Joan Bláfoss, ið mannaðu kvinnulandsliðið.
Hjá monnum gongur Guðmundur Joensen aftur. Guðmundur er longu úttikin til landsliðið, men hann verður kortini við í úttøkukappingini í morgin.
Í fjør, tá 1. úttøkukapping var á skránni, bleiv Guðmundur úttikin. Spenningur er um hvussu fer at gangast hjá Guðmundi og hinum íðkarunum í morgin.
Kravtíð er fyri at koma á landsliðið. Meðan menninir skulu klára undir tveir tímar og 15 minuttir, so skulu kvinnurnar klára undir 2 tímar og 20 minuttir!
Kappingin byrjar klokkan 13. Allir luttakarar skulu møtast í Svimjihøllini í Gundadali í seinasta lagi klokkan 12.30.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eitt prát, sum Rás2 gjørdi við Guðmund Joensen fyrr í dag.