Átta bygdir fáa grind

Grindin, sum legði beinini í Skálafirði í gjár, er mett til 328 skinn, tá ið drápspartarnir eru drignir frá. Tað upplýsir Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.


Avgerð er tikin um at býta 18 skinn til Roðan (Vesturskin, Sjóvarlon og Røktar- og Ellisheimið í Runavík) og til Heimið við Blikagøtu.


Tað sum tá er eftir, 310 skinn, verður býtt millum bygdirnar Elduvík, Funning, Funningsfjørð, Skipanes, Søldarfjørð, Lamba/Lambareiði, Rituvík og Æðuvík.


Tá ið seðlarnir eru komnir út, verða hvalirnir koyrdir til omanfyrinevndu bygdir, og heitt verður á bygdarfólkið, í hvørjum einstakum føri, um at skera grindina upp og býta hana í heimapartar, upplýsir kommunan.