Danska Fíggjareftirlitið heldur eygað við átta donskum bankum, og í dag almannakunnger Jyllands-Posturin nøvnini á bankunum. Millum teir átta eru FIH Erhvervsbank, Totalbanken, Vestjysk Bank og Alm. Brand Bank.
Fíggjareftirlitið vil ikki gera nakrar viðmerkingar til støðuna hjá teimum einstøku bankunum. Jyllands-Posturin skrivar, at útlánið hjá teimum átta bankunum er tilsamans knappar 50 milliardir krónur.
Av teimum átta bankunum eru FIH Erhvervsbank og Alm. Brand nógv Bank teir størstu. Teirra útlán eru ávikavist 16,2 og 8,7 milliardir krónur.
Higartil í ár er ein danskur bank farin av knóranum. Tað var Spar Lolland.