Tað eru so nógvar dimensiónir í landsdystinum í kvøld. Tveir av pørtunum í ríkisfelagsskapinum ímóti hvørjum øðrum, tann lítli ímóti tí stóra, Allan Simonsen ímóti Morten Olsen og Michael Laurdup ? teir eru allir millum mest avhildnu fótbóltsspælararnar í Danmark nakrantíð ? og soleiðis kundu vit hildið á. Tað verður spælt upp á politisku undirtónarnar, at tað er spurningurin um fullveldið, sum stendur upp á spæl. Onkur hevur í ramasta álvara sagt, at um føroyingar megna eitt gott úrslit í kvøld, so hevði tað verið lættari at fingið meiriluta, um fólkaatkvøðan hevði verið 14. september, men tey munnu neyvan vera mong, sum taka støðu til framtíðina hjá Føroyum út frá, hvussu tað fer at gangast, tá tað verður telvast á grasinum.
Í tí sambandinum (har var aftur eitt politiskt løtt orð!) er tað merkisvert, at tann størri parturin av teimum ellivu føroyingunum, sum undan dystarbyrjan úti á vøllinum vónandi fara at hoyra ein brúsandi tjóðsang frá stóru áskoðarafjøldini, ikki búgva í Føroyum. Av teimum átjan, sum halda til á Hotel Føroyum saman við Allani Simonsen, spæla bara átta í tí heimligu kappingini, og tað er neyvan at skjóta við síðuna av at siga, at bara tríggir úr heimligu kappingini verða millum teir fystu ellivu.
So nógvir útisetar hava ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu áður.
Ikki á tindinum
Teir átta, sum spæla í 1. deild heima á landi, eru Jens Kristian Hansen, Henning Jarnskor, Rógvi Jacobsen, Øssur Hansen, Jan C. Dam, Fróði Benjaminsen, Jóhannes Joensen og Allan Mørkøre, sum inntil fyri stuttum var útiseti.
Felags fyri allar hesar átta hevur verið, at teir í ár ikki hava verið á sama støði, sum teir vóru í fjør. Fleiri hava verið plágaðir av skaðum, og tískil eru teir ikki í tí dystarvenjingini, sum skal til, og aðrir hava verið merktir av, at liðið, sum teir spæla á, ikki hevur havt tann undanvindin, sum ber sjálvsálit við sær og ger tað hugaligt at spæla.
Øssur Hansen man vera tann av heimligu landsliðsmonnunum, sum hevur verið mest eyðsýndur higartil í ár. Hann verður ivaleyst í vinstru síðu.
Allan Simonsen setur stóran prís upp á nógvar royndir. Allan Mørkøre hevur verið plágaður av vøddaskaða, men nú verður sagt, at hann er klárur at spæla, og tí verður hann á vongverjanum í høgru. Jens Kristian Hansen, sum altíð stendur seg væl í landsdystum, er sjálvskrivaður í miðverjuni. Henning Jarnskor fer á beinkinum at vera klárur at loysa Allan Mørkøre ella Øssur Hansen av, Jóhannes Joensen kann brúkast á øllum verjuplássunum, Jan Dam kann loysa av í miðverjuni, har kann Fróði Benjaminsen eisini brúkast umframt á miðvøllinum, og Rógvi Jacobsen verður eykamaður á framrættaða miðvallarplássinum og í álopinum.
Tveir verða sáldaðir frá
Av teimum tíggju útlendingunum mugu tveir finna seg í at sita á beinkinum. Jákup Mikkelsen ella Jens Martin Knudsen verður málverji. Tann, sum ikki fer at standa í málinum, fer at sita á beinkinum. Jákup hevur ikki verið í landsliðshópinum síðani í oktober. Ta ferðina var hann á beinkinum, meðan Jens Martin vardi málið í Prag. Valið hesa ferð boðar frá, hvønn venjarin ætlar at hava í málinum í undankappingardystunum í heyst. Tað er tó ein møguleiki, at hann velur at geva teimum ein hálvleik í part.
Óli Johannesen og Hans Fróði Hansen verða í miðverjuni saman við Jens Kristiani Hansen. Á miðvøllinum verður enn ein roynd gjørd við Sámali Joensen, Julian Johnsson og John Petersen.
Síðsti spurningurin er, um tað verður Uni Arge ella Kurt Mørkøre, sum verður við síðuna av Toda Jónsson í álopinum.
Á plusssíðuni hjá Una Arge telur, at hann hevur skorað fleiri mál (tað síðsta gjørdi hann, tá Føroyar vunnu 1?0 í Liktinstein). Á minussíðuni hjá honum er, at hann síðani ferðina í Liktinstein í fleiri vikur var uttanfyri, tí hann var skaddur. Á plusssíðuni hjá Kurt Mørkøre telur, at hann hevur verið sera væl upplagdur í norskum fótbólti, har hann er toppskjútti í næstbestu deildini. Tað eigur at styrkja um sjálvsálitið.