Ólavur í Beiti
Limaskapur
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Jenis av Rana, at ein av fremstu embætismonnum okkara, stjórin í Landsbankanum, hevur sagt seg hava merkt eina breiða politiska undirtøku fyri evruni í Føroyum, og at skifta danir donsku krónuna út við evruna, er lítil ivi um, at vit gera tað sama í Føroyum.
? Sum svar til undirritaða undir viðgerðini av uttanlandsfrágreiðing løgmans, segði løgmaður seg einki kenna til úttalilsir embætismansins. Sjálvsagt undra hesi úttalilsir mangan, serliga tá embætismaðurin tosar um breiða politiska semju.
? Vit vita, at krefitr eru, sum miðvíst virka fyri, at Føroyar skulu gerast limir í ódemokratiska felagsskapinum ES. Hesar kreftir tykjast arbeiða miðvíst, tosa um tættari tilknýti, tó at flestu, ið hava minstu hóming av viðurskiftunum við ES ? m.a. út frá bláa og ikki minst reyða álitinum ? vita, at eitthvørt tættari tilknýti viðførir innliman, fyrr ella seinni (ein miðvísur ES-taktikkur).
Brúkast ella misbrúkast
? Øll orsøk er tí at halda, at úttalilsi landsbankastjórans kunnu (mis)brúkast í miðvísum royndum so spakuliga at ávirka føroysku mannahugsanina ávegis ES-limaskapi. Harmiligt er, um føroyskir politikkarar ótilvitandi verða brúktir í hesum leiki, og er tað tí umráðandi at fáa veruleikan klárlagdan, serliga um (og hvørjar) ætlanir eru tiknar í landsstýrinum í hesum máli.
? Frammi í kjakinum seinastu tíðina hevur verið støða føroyinga í tí fólkaatkvøðu, sum danir væntandi skjótt skulu til í støðutakanini til evruna. Danskir politikkarar eru, sum føra fram, at føroyingar sjálvsagt skulu luttaka í slíkari. Vert hevði verið at fingið at vita ætlanir landsstýrisins í hesum máli, og um fløktu peninga- og valutaviðurskiftini verða hildin at fara at ávirka arbeiði landsstýrisins við fullveldismálinum, sigur Jenis av Rana í viðmerkingum sínum til fyrispurning settur løgmanni.