Sjálvandi er tað ein stórhending, tá ið ein nýggjur bátur verður flotaður og bjóðar seg fram at taka lut í kappróðrinum fyri fyrstu ferð. Men nú er so stutt millum nýggju bátarnar, at tað serliga er í felagnum, sum fær nýggjan bát, at tað vekir ans. Í øðrum feløgum verður fylgt við í, hvussu bátarnir verða skiftir út, men millum teirra, sum ikki fylgja meiri við enn í tí, sum er at síggja og hoyra í fjølmiðlunum er torført at halda skil á, hvussu nógvir bátar eru nýggir, og hvør tað er, sum eigur teir.
Sámal Hansen í Runavík er bátasmiðurin fram um allar hinar, tá ið tað ræður um kappróðrarbátar. Hann hevur smíðað dúgliga seinastu árini, og eisini undan hesum róðrarárinum hevur hann brúkt alla sína arbeiðstíð í kjallaranum, har tað verður telgt og neglt. Síðani síðsta róðrarárið var liðugt hevur hann smíðað seks bátar lidnar, og hann er í holtur við tann sjeynda. Tað er stórur áhugi fyri at fáa nýggjar bátar:
- Eg havi fingið nógvar fyrispurningar. Eg royni at smíða bátarnar í tí røðini, sum fyrispurningarnir koma. Um sumrarnar geri eg einki við at smíða. Frá tí at eg aftur fari í kjallaran og inntil Norðoyastevnuna hevur tað tey seinastu árini verið soleiðis, at sjey bátar eru farnir út úr kjallaranum. Eg havi ordrar til alt tað næsta árið, sigur Sámal Hansen. Tað ber við sær, at tað ikki verður fyrrenn til 2006, at tað ber til at fáa nýggjan bát, um tað skuldi verið onkur, ið hevur ætlanir um at fáa nýggjan bát, og sum ikki enn hevur sett seg í sambandi við bátasmiðin.
Teir sjey
Tá ið vit fregnast fyri at frætta, hvørji førini eru, sum eru vorðin til síðani á Ólavsøku í fjør, blaðar Sámal í bókini, har hann skrásetur, og so fáa vit røðina.
4. oktober í fjør fór 6-mannafarið Hósvíkingur úr kjallaranum. Tað er tann báturin, sum vindurin tók síðsta leygardag, og sum longu nú, áðrenn hósvíkingar nakrantíð fingu høvi at kappast í honum, gjørdist vrak. Tað skilst á lagnum, at Sámal fer at smíða hósvíkingum ein nýggjan bát. 10. november í fjør fór 6-mannafarið Strálan hjá strandingum úr kjallaranum. Spógvin eitur nýggja 5-mannafarið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Tað fingu teir inn á Glyvrar 13. desember. 10-mannafarið Hoyvíkingur, sum vit fara at frætta nærri frá eina ferð seinni, fór suður tik Hoyvíkar 4. februar. Eitt 6-mannafar til Íslands var liðugt 10. mars, nýggi Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag var liðugur 15. apríl, og aftur ein bátur til Íslands var liðugur 21. mai.
- Eg eri í holtur við eitt 5-mannafar afturat. Tað er ein nýggj Royndin Fríða. Hon verður ikki liðug til Norðoyastevnu. Eg rokni við, at eg verði liðugur at smíða undan Jóansøkuni. Men eg ivist í, um hon verður klár at flota á Jóansøku.
Tá ið arbeiðið hjá Sámali Hansen er liðugt, er klárgerðingini eftir. Tað skipa feløgini ofta sjálvi fyri. Tað snýr seg eitt nú um at mála ella sproyta bátarnar.
Útflutinginsvinna
Føroyskir kappróðrarbátar hava mest sum bara verið brúktir til kappróður í Føroyum. Onkur brúktur bátur hevur verið sendur av landinum, eitt nú til Danmarkar. Men nú tykist áhugi vera uttanlands fyri nýggjum føroyskum kappróðrarbátum.
Í vár hevur Sámal Hansen smíðað tvey 6-mannafør til Íslands. Bæði eru farin yvir á Hafnafjørðin, har tað er Sjómannaráðið, ið hevur bílagt bátarnar. Sjómannadagurin, sum teir rópa tað, verður sunnudagin 6. juni. Ætlanin er at flota nýggju bátarnar henda dagin, sum íslendingar gera ikki so lítið burturúr. Teir hava tosað um at skipa fyri kappróðri, og tað er í tí sambandinum, at teir hava bílagt bátar frá Sámali. Íslendingarnir hava bílagt tríggjar bátar. Undan sjómannadegnum hesa ferð fingu teir tveir, men ætlanin er, at tann triði skal fara til Íslands eina ferð seinni í ár.