Ættarliðsskifti á Noma-tek

Ragnar Magnussen og Lars Müller eru nýggju eigarmenninir av Noma-tek. Ragnar tók í gjár við sum nýggjur stjóri í fyritøkuni Hóast enn í bestu árum hava nú fyrrverandi eigararnir av fyritøkuni Noma-tek valt, at lata yngri kreftir koma framat.

Teir, sum seinastu skjótt 30 árini hava myndað Noma-tek, eru Jákup Magnussen, sum øll árini hevur verið stóri í fyritøkuni, og Torbjørn D. Michelsen, sum kom upp í fyritøkuna í 1980, árið eftir, at hon varð stovnað. Um somu tíð kom eisini Klæmint Skarðhamar at arbeiða í fyritøkuni, og tað hevur hann gjørt fram til dagin í dag.

Men tað var Óla-Svenn Nolsøe, sum saman við Jákupi Magnussen stovnaði Noma-tek, og hann helt fram í fyritøkuni fram til 1990, tá han gavst í Noma-tek og fór til Wenzel at arbeiða. Men hann hevur kortini alla tíðina verið knýttur at fyritøkuni sum nevndarformaðr.

Nú Noma-tek skiftir eigarar fer nýggja leiðslan at fremja bygnaðarbroytingar og rationaliseringar, sum skulu gera fyritøkuna enn meira kundavinarliga, men hetta skal gerast uttan at skerja í starvsfólkatalinum, sum í dag er 27.

Tað sær eisini bjart út fyri Noma-tek í løtuni, og teir hava nóg mikið av arbeiði alt árið út.

Hóast Jákup Magnussen og Torbjørn D. Michelsen nú lata yngri kreftum róðrið, fara teir báðir framvegis at starvast í fyritøkuni.

Í sambandi við eigaraskiftið er eisini nýggj nevnd vald, og í henni sita nú Niels Winther Poulsen, Torkil Holm Petersen, Lars Müller og Jákup Magnussen.