Italski forsetin sigur júst nú við Reuters, at eini 400 menniskju helst druknaðu í Miðalhavinum í dag, tá ein bátur koppaði á veg til Evropa. Enn hevur Italska bjargingartænastan ikki váttað tíðindunum, men fleiri altjóða miðlar bera somu søguna fram. Og við Reuters sigur italski forsetin soleiðis:
- Evropa noyðist nú at fyrihalda seg til enn ein sorgarleik í Miðalhavinum, har fleiri hundrað menniskju helst hava latið lív, segði altso Sergio Mattarella, forseti í Italia.
Hesi 400 fólkini sum helst eru druknaði í morgun, vóru flóttafólk á veg frá Norður Afrika til Evropa. Í fjør lótu fleiri túsund menniskju lív í eini roynd at flýggja til Evropa.