Óttast ikki svínakrímið

- Vit hava kunnað okkum væl um sjúkuna og fingið ráðgeving, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi. Sundalagsmenn og HB skulu komandi vikuna spæla altjóða dyst á Kypros, har tveir fótbóltsleikarar í seinastu viku fingu staðfest svínakrím

- Sjálvandi hava vit hugsað um tað.

Í farnu viku varð staðfest, at fótbóltsleikararnir Anders Jochumsen og Micah Richards hava fingið H1N1-virus, sum eisini verður rópt svínakrím. Báðir hava verið á Kypros í summarfrítíðini, har teir eru smittaðir. Og tað er júst á Kypros, at bæði HB og EB/Streymur skulu royna seg í altjóða kapping komandi vikuna.


Eru fyrireikaðir

Mikudagin vendir ferðalagið hjá EB/Streymi nøsini móti miðjarahavinum og Kypros. Rólant Højsted, formaður, sigur, at í Sundalagnum eru tey fyrireikaði, soleiðis, at leikararnir og leiðslan sleppa undan sjúkuni.

- Vit fara at ansa væl eftir. Vit hava kunnað okkum væl um sjúkuna og fingið ráðgeving. Magnus á Stongum, lækni, verður við á Kypros, so vit eru til reiðar.

Hvussu ætla tit at fyribyrgja, at tit ikki verða smittaðir?

- Tað verður torført. Vit hava onga uppskrift sum so, uttan at vit sjálvsagt ikki vilja í samband við ov nógv fólk. Vit ræðast ikki sjúkuna, tí tað er ikki meira enn eitt vanligt krím. Men vit fara at gera alt fyri at sleppa undan tí, sigur Rólant Højsted, og leggur afturat, at tað ikki verður kravt, at leikararnir skulu ganga í masku.

Ferðalagið verður burtur í eina ltíla viku. Hósdagin gongur leiðin til Kypros úr Danmark. Seinni undandysturin móti Apoel FC verður leiktur mikukvøldið í komandi viku.