Óttast nýggjan krossbandsskaða

Nikolina Eyðbjørnsdóttir, sum er ein av fáu spælarunum við royndum hjá VÍF, gjørdist ikki drúgv í dystinum móti Neistanum.

Heilt tíðliga í dystinum kom knæið skeivt niður á gólvið, og tað var ikki hugsingur um at halda fram at spæla.

Nikolina var burtur frá hondbóltinum í meira enn eitt ár við krossbandsskaða í høgra knæ. Og tað er ikki sørt, at hon óttast, at talan nú aftur er um skaða av sama slag. Bara í vinstra knæ hesaferð.

- Eg var á Landssjúkrahúsinum til kanningar longu leygarkvøldið, men tað einasta, sum tey fingu staðfest, var, at einki brot var. Tað hevði eg nú heldur ikki roknað við. Fyrst og fremst óttist eg, at talan er um nýggjan krossbandsskaða. Kenslan í knænum er so akkurát tann sama, sum hon var, tá eg sleit krossbandið fyrru ferðina, so lagið er einki serligt beint nú, sigur Nikolina.

- Eg skal so til kanningar hjá serlækna mánadagin. Ikki fyrr enn tá ber til at siga, hvat slag av skaða talan er um, men tað er bara at vóna tað besta, heldur hon.