Seinast, Bárðarbunga goysti, var í 1910, men seinasta stóra gosið úr fjallinum var í 1477, tá lavastreymurin var hin størsti, sum skrásettur er í 10.000 ár. Jarðfrøðingar í Íslandi ávarða nú um, at Bárðarbunga, sum er næst størsta vulkanin í Íslandi, kann fara at goysa. Orsøkin til útsagnirnar er, at seismiski aktiviteturin kring Bárðarbunga er øktur, og tí er vandi fyri, at okkurt fer at henda.
Tað var í apríl í fjør, at stórur partur av loftferðsluni í Evropa legðist lamin, tá Eyjafjallajøkul goysti.
Íslendskir jarðfrøðingar ávarða nú um, at eitt møguligt eldgos kann koma í Bárðarbunga, eftir at fleiri jarðskjálvtar hava verið á kring økið.
- Tað er eingin ivi um, at trýstið í jørðini undir vulkanini økist, siga íslendskir jarðfrøðingar við íslendskt sjónvarp.
Trupult er tó at siga, hvussu umfatandi aktivitetirnir eru, og hvat kann standast av hesum.
- Men øll orsøk er til at ávarða, tá harðasti jarðskjálvtin, sum hevur verið í økinum, er hin harðasti, sum er skrásettur í nýggjari tíð, siga jarðfrøðingar.
Sum skilst, goysti Bárðarbunga seinast í 1910, men tað seinasta stóra gosið úr vulkanini var í 1477, tá lavastreymurin haðani var hin størsti, sum er skrásettur seinastu 10.000 árini, siga keldur í Íslandi.