Áttatiára bólkur á pall í kvøld

Ársins bólkur í 1981, Starlight, fer á pall í Sumba í kvøld.

Stórt dansikvøld verður ì Sumba í kvøld, 3 jòlakvøld. Hettar er eitt afturvendandi tiltak, sum byrjar við livandi tónleiki og café frá kl 17:00 til 19:30, har lokalar sangrøddir at framføra.  

 

 

Hæddarpunkti byrjar kl 24.00, tá kendi suđuroyarbòlkurin Starlight aftur fer á pallin. 

 

 

Starlight hevur fyrr spælt ì samkomuhùsinum ì Sumba fyri yvir 300 fólkum. Starlight sum byrjađ ì 1979, hevur havt skiftandi manningar.  

 

 

Teir sum hava myndað bólkin gjøgnum árini eru: Jòn Mc Birnie, Johan Martin Jacobsen, Fròði við Kvíggjá, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg, Jóannes Petersen, Pól Beder, Marner Jacobsen og Jákup Hansen.  

 

 

Teir sum manna Starlight ì kvøld eru: Fimmboði Lisberg á kassaguitar og sang, Kári Lisberg á bass og sang, Sámal Samuelsen á trummur, Jákup Hansen á sang, Bjarni Lisberg á tagentar og sang. 

 

 

Johan Martin Jacobsen verður ikki við í kvøld, orsakað av arbeiðsuppgávum. Í  hansara stað kemur royndi tònasmiðurin Pauli (Palli) Hansen, sum spælir á sologuitar og sang.  

Palli er ein royndur tónleikari og tónasmiður, sum er kendur m.a frá Orion og Gluggamynd.  

 

 

Starlight var nógv frammi í 80 inum, og teir spældu til dans kring landið. Starlight spælir rock- og popptònleik. Teir vóru somikið væl umtóktir, at teir vunnu heitið sum ársins tónleikabólkur ì 1981.  

 

 

Lagt er upp til eitt stórt dansi- og rockbrak í Sumba í kvøld. Tađ er fótbóltsfelagiđ FC- Suđuroy, sum skipar fyri.

 

 

Mynd: Raðfylgjan er frá vinstru Palli, Kári, Fimmboði, Jákup, Sámal og Bjarni. Myndin er tikin í Samkomuhúsinum í Sumba fyrr í dag.