Átti ein part av málinum

Hóast talan var um týskt sjálvmál, so helt Andrew av Fløtum, at hann væl kundi eiga ein part av málinum

Týskland-Føroyar

Hannover: Tað var kanska væntandi, og bløðini gittu eisini, at Andrew skuldi teljast millum teir fyrstu ellivu leygardagin. Hetta var fyrstu ferð í einum teljasndi dysti, at tað er, og sjálvandi gjørdist tað ikki verri av, at Týskland var mótstøðuliðið.
- Tað verður so ikki størri enn tað sama. Hetta var heilt ótrúligt, og at dysturin skuldi ganga somikið væl, gjørdi bara upplivingina uppaftur størri, helt hann fyri, tá vit spurdu hann um hetta.
Tað var ikki fyrr enn leygarmorgunin, at Andrew fekk at vita, at hann skuldi byrja inni, men hóast hetta, so órógvaði tað ikki persónligu løðingina upp til dystin.
- Nei, hon er altíð tann sama. Tú kanst ikki fyrireika teg til at sita á beinkinum, tí tú skalt altíð vera klárur at koma inn. Tað er so sera einfalt.

Málið
Og hóast hann ikki skoraði, so átti Andrew ein part av æruni, tá Arne Friedrich beint fyri hálvleik beinti bóltin í egið mál.
- Eg royndi at meta bóltinum, men í seinastu løtu tveitti hann seg framum meg, og so var bólturin í málinum. Og so kann eg gott leggja afturat, at eg hevði als ikki rokkið til handan bóltin. Hann var ov innarlaga, men hinvegin, so hevði tað ikki hent, um eg ikki pressaði hann, so nakað av æruni má eg væl hava, helt hann.
Og eins og restin av liðnum, so vildi Andrew eisini senda áskoðarunum eina heilsu.
- Teir vóru fantastiskir. Serliga var tað flott, tá tjóðsangurin varð sungin, men stuðulin var ótrúligur alla tíðina.