Áttu at gingið plankan út

Tá landskappingin varð víðkað, skuldi stigið verið tikið heilt út, soleiðis at kappingin verður skipað sum heyst- og várhálva. Verandi broyting kann í ringasta føri elva til kaos á fleiri økjum

Landskappingin

Nakað, sum líktist einum orðaskifti, tók seg upp í fjølmiðlunum tíðliga í ár, tá formaðurin í kappingarnevndini, Bjarki Mohr, gav til kennar, at ætlanin nú var at umskipað landskappingina, soleiðis at hon framyvir kemur at fevna um 27 umfør. Samstundis skuldi steypakappingin umleggjast, soleiðis at hon aftur verður koyrd eftir cup-skipanini heldur enn við bólkaspælinum, sum hevur verið galdandi seinnu árini.
Ikki ókent
Ikki tí. Tankarnir hjá Bjarka vóru ikki so spildurnýggir, sum summi kanska vildu gera teir til, tá orðaskiftið tók seg upp stutt undan aðalfundinum hjá FSF. Longu í byrjanini av september mánaði, tá landsliðið leikti útidyst móti Sveis, málbar kappingarstjórin seg soleiðis í viðtali við Sosialin: »Mín hugsan er í øllum førum, at vit umløgdu kappingina, soleiðis at øll lið hittust tríggjar ferðir um árið. Síðani kundi steypakappingin eisini verið umløgd, so vit aftur spældu eftir cup-skipanini«.
Sum grundarlag fyri hesum nevndi Bjarki, at hetta fór at geva leikarunum fleiri intensar dystir, eins og eitt longt kappingarár hevði tað positivu avleiðing, at leikararnir ikki hava fimm mánaðir frí frá fótbóltinum, soleiðis sum tað oftani hevur verið galdandi áður.
Greið tala, og tað var eisini hesin leistur, sum varð nýttur, tá broytta kappingin so varð fráboðað á aðalfundinum hjá FSF.
Miðsavnan
verður kortini
Ivaleyst hevur nakað av tingingum gingið fyri seg handan leiktjøldini síðani tá, men í januar mánaði komu reaktiónir frá Peturi Simonsen, fótbóltsvenjara, og Finni Helmsdal, ítróttarskrivara á Oyggjatíðindi um málið.
Báðir tveir vístu teir á fleiri avleiðingar av ætlaðu broytingunum. Og felags niðurstøðan tóktist vera, at hetta fór at viðføra eina enn størri miðsavnan enn hana, sum vit longu hava sæð seinastu 15-20 árini.
Nú skal yvirritaði ikki hella meira av bensini á nakað bál, men tað kann væl vera, at teir báðir viðmerkjararnir hava rætt í sínum fatanum. Men fyri nøkur av argumentunum er tó galdandi, at miðsavnanin kortini kemur. Ikki minst, tá øktu fyrisitingarligu krøvini fara at køva nøkur av smærru feløgunum. Júst tann parturin hevur tó einki við eina umlagda kapping at gera, tí her er talan um UEFA krøv, sum kortini skulu fylgjast. Og hvørt vit vilja tað ella, so eru eingi útlit til, at miðsavnanin ikki vindur uppá seg. Kanska vilja nýggju UEFA-reglurnar um, at ávísur partur av leikarunum skulu vera uppaldir í felagnum, broyta hetta upp á sikt.
Tambað ov nógv
Somuleiðis varð staðfest, at onnur avleiðing av longdu kappingini fór at verða økt krøv til breiddina hjá einstøku feløgunum. Við longdari kapping fáa skaðar og leikbann helst ein enn størri leiklut, enn tey higartil hava havt, og at hetta kanska serliga fór at raka smærru feløgini, har hópurin ikki var so stórur.
Tað er rætt, at talið av dystum økist. Men hinvegin er talan ikki um so ógvusliga øking, sum tað av summum verður lagt upp til. HB, sum í fjør vann greipuna, leikti íalt 28 dystir í heimligu kappingunum. 18 í lands- og 10 í steypakappingini. Tað talið vildi eftir nýggju skipanini bara verið fýra dystir hægri. Men við samansetingini, 27/5.
Men tað er óheppið, at kappingin eftir nýggja leistinum verður tambað til at fevna um so stóran part av árinum, sum hon nú ger. Talan verður at kalla um fótbólt uttan íhald frá januar mánaði til seinast í oktober, og tað kann raka meint. Partvíst økjast útreiðslur til venjarar og leikarar, men tað kann kanska partvíst verjast, nú feløgini fáa fleiri áskoðarainntøkur.
Verri er, at leikarar rætt og slætt kunnu troyttast av fótbóltinum, tí teir snøgt sagt ongantíð hava frí. Sjálvur segði Bjarki Mohr, at eitt endamál við broytingini var, at steðgurin skuldi minkast, men hetta kundi eisini verið gjørt á annan hátt, enn bara at leingja kappingina. Til dømis við at leggja um til eina heyst-/vár kapping.
Meira mennandi
Tí í sjálvum sær er økta dystartalið eingin bági. Heldur tvørturímóti. Saman við broyttu steypakappingini vil hetta hava við sær, at talan í mesta lagi verður um 32 dystir, sum allir »hava nakað uppá seg«, heldur enn 28 dystir, har í mesta lagi 22 veruliga eru dystir, har leikararnir veruliga skulu prógva nakað. Hetta, tí størsti parturin av bólkaspælinum í steypakappingini mest var átøkur venjingardystum. Og har tað hartil í teimum báðum seinastu av hesum ofta varð spekulera í gulum kortum og eftirfylgjandi leikbannum.
Kann væl vera, at hetta gav venjarum kring landið øktan møguleika at royna ymsar liðsamansetingar, og til at geva óroyndum leikarum spælitíð, men teir møguleikarnir verða eisini til staðar í nýggju skipanini. Ikki minst tí økta talið av krevjandi dystum fer at seta størri krøv til hópin, og tí óroyndir leikarar tá av sær sjálvum mugu savna sær nakrar royndir. Einasti hátturin at fáa hesar, er sum kunnugt við at spæla dystir!
Hartil er skipanin við leikbannum eisini ajourførd, soleiðis at hon ikki rakar óneyðuga hart, tá komið verður móti kappingarenda. Tann broytingin var neyðug, og tað ásannaði kappingarnevndin.
Og eisini hjá smærru feløgunum hevur broytta skipanin sínar avgjørdu fyrimunir. Fyri flestu fótbótlsleikarar er galdandi, at teir venja fyri at spæla dystir og ikki øvut. Tey feløg, sum ikki koma langt í steypakappingini, fáa við nýggju skipanini størstu økingina í dystartali, og tað átti alt annað líka gjørt tað meira hugaligt hjá spælarum at spælt við hesum feløgum.
Við øðrum orðum fáa fleiri leikarar fleiri dystir, og tað kann so ikki vera serliga oyðileggjandi fyri føroyskan fótbólt.
Broyttar venjingar
Sjálvandi viðføra fleiri dystir, at krøvini til hvíld verða økt, og at venjingarnar tí ikki verða eins nógvar. Nakað sum kann skerja møguleikan hjá venjarunum at »forma« liðið. Og tað hevur eisini verið peikað á sum ein negtativ avleiðing av broyttu skipanini.
Men tað nýtist tað ikki at gera. Sum er, verður lutfalsliga stórur partur av venjingartíðini hjá liðum nýtt til fysiska partin, og tað átti ikki at verið neyðugt. Tvørturímóti kann ein umlegging av venjingum - og harvið eisini tankagongd hjá venjarunum - flyta fokusið í enn størri mun á teknisku og taktisku dygdirnar av spælinum.
Heyst/Vár
Meðan omanfyristandandi spurningar soleiðis í flestu førum tykjast venda báðar vegir, so er tó lítil ivi um, at spurningurin um at koppa kappingini, sum Petur Simonsen í sínum íkasti til kjakið nam við, at kalla bara vendir annan vegin.
Her snýr tað seg nevnliga um at koppa kappingini á, soleiðis at tað framyvir kundi verið leikt heyst- og summarhálvur, og ikki tað øvuta, soleiðis sum tað nú er galdandi. Tað vildi so viðført, at økta dystartalið ikki vildi sligið ígjøgnum fyrr enn eftir kappingarbyrjan í august 2006, men tað vildi sum so heldur ikki verið nøkur vanlukka.
Fyri tað fyrsta, so er hetta skipanin, sum nærum restin av fótbólts-europa nýtir. Ikki minst UEFA. Og tí vildi hetta í nógv størri mun sampakkað við luttøkuna hjá føroyskum liðum í europeiskum høpi. Eitt nú var B68-liðið, sum á sumri 2005 fekk av at vita í UEFA-Cup so langt ífrá sama liðið, sum á heysti 2004 vann sær rættin til luttøkuna.
Bara fyrimunir
Men kanska týdningarmest, so vildi ein slík kapping sampakkað nakað nógv betri við føroyska veðurlagið, um ynski veruliga er at økja dystartalið.
Fyrst og fremst, so kann talan væl gerast um støður, sum nærum verða ítróttarliga óforsvarligar. Sjálvandi skulu øll lið hittast tríggjar ferðir, og tí eru kanska allir dystir av eins stórum týdningi. Men tað skerst ikki burtur, at tað er í seinastu umførunum, har nervin og spenningurin aloftast er í hæddini, at stríð um heiðursmerki og niðurflyting verður avgjørt. At hugsa sær, at ein hvirla í kolandi landsynningi kann verða avgerandi fyri, hvar milliónin frá UEFA skal enda, er alt annað enn hugaligt. Og verður talan um slíkt ódnarveður, at heilt umfar verður avlýst. Nær skulu dystirnir so spælast. Í november??
Her vildi ein heyst/vár kapping verið munandi lættari at umsiti. Er neyðugt at útseta dyst(ir) seinast í oktober, kunnu hesir altíð avgreiðast, tá tað fer at vára.
Hartil vildi tað helst eisini verið munandi meira hugaligt fyri bæði leikarar og áskoðarar, um veruligi endaspurturin kundi farið fram í fagrasta vár- og summarveðrið. Steypafinalan kundi hóskandi verið leikt um hvítusunnu, og so høvdu liðini eftir ein stuttan ? men kortini reellan - summarsteðg als ikki havt sama tørv á eini harðari grundvenjing undan kappingarbyrjan. Hon vildi so sjálvandi komið um várið, men her vildi tað so verið fyrimunurin, um kappingarárið er longt nakað, soleiðis at konditionella støðið hjá leikarunum ikki fer eins langt niður, sum tað hevur verið vanligt.
Motivatiónsfaktorurin vildi helst eisini fingið eitt kvink rætta vegin. Sum er, er tað ein stórur trupulleiki hjá fleiri feløgum, at leikarar at kalla ikki tíma at spæla fótbólt seinastu dystirnar. Hjá nógvum liðum er lítið og einki at spæla um, og tí kann vera ilt at motivera menn til venjingar í kavaslettingini, oysandi regni og kolandi stormi. Sjálvandi vil broytta kappingin ikki økja spenningin, men tað er hóast alt lættari at spæla týdningarleysar dystir í góðum veðri!
Og at enda, so kundi tað við hesum borið til at komprimera kappingina nakað. Talan kundi verið um ein veruligan summarsteðg, har leikarar kanska høvdu møguleika at ferðast við familjuni. Tann møguleikan fáa teir ikki nú, tí við bara tveimum dystarfríum vikuskiftum, er lítil meining í at senda menn í summarfrí.
Landsliðið
Og at enda, so vildi ein broytt skipan eisini verið ein fyrimunur fyri landsliðið. Gamla skipanin hevði sum størsta veikleika, at seinasta landsliðsterminin var eftir seinasta landskappingarumfar. Og tað hevur í nógvum førum víst seg at vera sera óheppið.
Fleiri av spælarunum hava tá ofta koblað mentalt úr í fleiri vikur, og tí er trupult at geara menninar til krevjandi landsliðsuppgávur. At flestu feløgini so eisini halda rimmar veitslu eftir seinasta umfarið, betrar ikki um støðuna í so máta.
Her eigur ein nýggjur kappingarkalendari at verða lagdur soleiðis, at landskappingin bæði um heystið og á vári fer út um landsliðsterminir. Gjarna nokk so langt út um á várið, soleiðis at mentala ferian ikki er farin ígongd, tá landsdystir standa fyri framman.