TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham aftaná EB/Streymur hevði tapt 0-1 ímóti HB á útivølli.
Heðin Askham iðrar seg um, at hansara menn ikki vardu fyri støðuni tá Jógvan Skeel Nolsøe skoraði sigursmálið fyri HB í 48. minutti.
Hóast tapið heldur Heðin Askham, at leikliga avrikið hjá EB/Streymi var gott í dag: - Vit vóru raskir í dag, heldur Heðin Askham, og talan er um eitt liðavrik sum EB/Streymur kann taka við sær til komandi dyst ímóti Suðringum á heimavølli.
Frásøgnin av 1-0 sigursmálinum hjá HB, og samrøðan Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe hoyrast HER