Áttu eisini at borað í basaltinum

Tað kann blíva torført at fáa oljufeløg at luttaka í eini 2. útbjóðing við Føroyar, nú føroyskir myndugleikar ikki hava kravt av feløgunum, sum hava fingið leitiloyvi, eisini at bora brunnar uttan fyri Gulløkið heldur Chris Kernick, geofysikari hjá Texaco, sum nú er farin til heitari umhvørvi at arbeiða

 

Jan Müller

Hetta er helst nakað, sum føroyingar eisini mugu venja seg við ? og fyri tað útlendsk oljufólk í Føroyum ? at oljuvinnan ber í sær eins stór vónbrot sum tað øvugta. Og tað hevur Chris Kernick hjá amerikanska oljufelagnum Texaco fingið at kenna á egnum kroppi.

Herfyri lat felagið upp skrivstovu í Havn, eftir at tað hevði søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Felagið, sum hevur verið virkið her síðani miðskeiðis í 90-unum, hevur verið gjøgnum fleiri broytingar og avbjóðingar á Føroyaøkinum, uppá gott og ilt. Eitt skifti var kenda oljufelagið Arco við í bólkinum saman við Texaco, Conoco og Murphey. Síðani Arco varð uppkeypt av BP hevur Texaco staðið á odda fyri bólkinum.

Hóast felagið alla tíðina hevur vitað av, at ikki allir umsøkjararnir fóru at fáa loyvi í 1. føroysku útbjóðingini, so man felagið og manning tess kortini hava havt stóra tiltrúgv til, at tað fór at fáa eitt loyvi. Ja so stóra, at Chris, sum hevur arbeitt sum geofysikari hjá felagnum í mong ár, gjørdi av at búseta seg í Føroyum saman við konu síni. Tey leigaðu hús í Leynum við tí vón, at tey helst skuldu vera her í mong ár.

Men mongum brestir ætlan ? eisini útlendskum oljuhjúm í Føroyum. 17. august fekk Texaco at vita, at tað einki loyvi fekk. Tað var rætt og slætt ikki kappingarført við hinar umsøkjararnar, sum eftir øllum at døma høvdu betri boð.

Hetta kom sum ein skelkur fyri Chris, sum hevði fingið fast undir fótum bæði í nýggja bústaðnum í Leynum og á nýggju og snotuligu skrivstovuni á Bryggjubakka í Havn. Konan og hann høvdu tá longu gjørt seg út til føroyska veturin og til at vera »føroyingar«.

? Vit høvdu tá vitjað og gingið í nærum øllum oyggjum og vóru við at fella til her, tá ringu boðini komu. Nú gongur leiðin so til heitari leiðir, Nigeria, har Chris skal arbeiða í nakrar mánaðir, áðrenn leiðin gongur til Houston í Texas sigur ein heldur vónbrotin Chris Kernick.


Hansara

persónliga hugsan

Men hvat kann hann so siga um komandi leitingina og vónirnar til at finna olju, og hvat heldur hann um alt tað arbeiði, sum er gjørt higartil! Chris ger púra greitt, at tað hann hevur at siga blaðnum er fyri egna rokning.

Chris Kernick viðgongur, at teir vóru ikki nóg góðir, nú tá teir ikki fingu nakað loyvi. Kortini undrar tað hann ikki sørt, at bólkurin, sum hevði eitt so gott boð og sum var so væl »forankraður« í føroyska umhvørvinum longu við skrivstovu, fólki og útgerð, ikki var millum tey, sum fingu loyvi. ? Eg haldi, at tilboðið hjá bólkinum var rættiliga gott, ikki minst sæð við føroyskum eygum, men so skal eg eisini siga, at eg veit ikki, hvat hini feløgini hava boðið.

Hann er tó fegin um, at tað verða boraðir 8 brunnar, og hann ynskir hinum fyristøðufeløgunum (operatørunum) góða eydnu. ? Men persónliga haldi eg, at tað er eitt sindur spell, at allir brunnarnir í 1. útbjóðing verða boraðir bara í tí mest áhugaverda økinum, sum liggur uppat longu kendum oljuøkjum í bretskum umráði. Tað, sum fer at vera av teimum stóru avbjóðingunum í komandi leiting, er at síggja brunnar verða boraðar uttan fyri tað sokallaða Jude-bassengið. (Hetta er tann lagdin, har teir 8 brunnarnir í 1. útbjóðing verða boraðir, og tann lagdin, sum gongur frá brestkum øki við oljufeltunum Foinaven og Schiehallion og víðari inn á føroyskt øki. Hetta er eisini tað, sum verður kallað landssynningshornið ella Gullteigarnir á føroyska landgrunninum, blaðm.)


Óheppið fyri

2. útbjóðing

? Mær hevði persónliga dámt best ? tí tað hevði gagnað Føroyum uppá longri sikt ? um onkur brunnur bleiv boraður sum partur av seks ára loyvunum ? uttan fyri tey bestu økini tvs. har vit finna basalt. Eg haldi tað er óheppið fyri eina aðru útbjóðing, tí nú er alt tað besta økið boðið út. Framtíðar avbjóðingin verður nettupp at fáa oljufeløgini áhugað í at bora í tí sera stóra partin av 1. útbjóðing, sum í løtuni er minni áhugaverdur orsakað av basaltinum. (Sosialurin hevur skilt, at Texaco í sínum boði hevði bjóðað sær til at bora ein brunn í basaltøkinum uttan fyri Gullhornið, men hetta var so ikki nokk til eisini at fáa part av tí góða økinum, blaðm.)

Chris Kernick heldur, at tað í framtíðini kann blíva torført at yvirtala og sannføra oljufeløg um at bora í tí minni attraktiva økinum, tvs. økjum við høgum vága, um allir teir bestu bitarnir við minni vága longu eru farnir. Hann heldur persónliga, at føroyingar í 1. útbjóðing áttu at gjørt sær greitt, um tað ikki hevði verið rætt at kravt av loyvishavarunum, afturfyri at fáa part í góðu økjunum við lágum vága, at teir eisini bundu seg til at bora í tí meira vágiliga økinum inni á sjálvum basaltinum.

Sosialurin skilur, at onkur av feløgunum í sínum arbeiðsskráum ætla at gera seismiskar kanningar í basaltøkjum. Chris Kernick ynskir teimum góða eydnu við tí. Hann heldur tó, at tað kann ikki undirstrikast nóg nógv, hvussu stóran týdning tað hevur fyri framtíðar leiting í basaltøkinum, at nakað ítøkiligt verður gjørt longu nú fyri at vísa hesum økjum ans. Tvs. at uppgávan hjá føroyskum myndugleikum átti at verið at fáa oljufeløgini at ásanna, at tað sum partur av teirra góðu loyvum eisini er neyðugt at loysa upp fyri tí so nógv umrødda basaltknútinum.


Kundu

tvingað feløgini

? Er tú kløkkur av, at myndugleikarnir her ikki hava tengt boring í basalti saman við loyvunum í teimum góðu økjunum?

? Tað mugu myndugleikarnir gera av. Teir hava sett sær fyri at fáa so nógvar brunnar boraðar í tí góða økinum sum gjørligt longu nú, fyri harvið at økja um møguleikan fyri at gera eitt fund skjótt. Tað er sjálvandi í lagi, men tað er kanska eisini óheppið, at man ikki hevur álagt teimum at bora í basaltinum eisini, tí nettup í hesum umfarinum hevði tað kanska verið lættari at tvingað feløgini til tað. Sum sagt fer tað at vera torførari í framtíðini, men tað er so upp til føroysku myndugleikarnar.

Uppá fyrispurning um ein turrur brunnur í basaltinum ikki hevði kunnað verið ein negativ reklama fyri eina komandi útbjóðing sigur Chris, at tað er ein møguleiki. Borar tú á skeivum stað í einum nýggjum øki, so kann tað fáa oljufeløgini at taka seg aftur. Men kortini vil slíkur brunnur vera gott kallibreringspunkt.

Sjálvur ivast Chris nógv í, um tað komandi 10-15 árini fer at eydnast oljufeløgunum við seismikki og øðrum kanningum at síggja nóg væl undir basaltið fyri at kunna siga, hvat grótslag er har. Tú mást bora nakrar brunnar og tað verður so tann stóra avbjóðingin.

Tekniskt arbeiði

í Føroyum

Uppá fyrispurning hvussu tað ber til, at Texaco satsaði so nógv uppá at gera part av sjálvum telduarbeiðinum í sambandi við komandi leiting í Føroyum sigur Chris Kernick, at hetta er so mátin sum Texaco arbeiðir uppá. Hann heldur ikki tað er løgið at lata skrivstovu upp, áðrenn man fær eitt loyvi. Hetta varð gjørt fyri at vera heilt klárir at fara í gongd beinanvegin og ikki at skula brúka nógva tíð eftir loyvisgevingina til at leita eftir hølum o.l. Rættiliga vanligt fyri eitt felag sum Texaco. Eisini gott fyri fólkini, at vit kundu koma um summarið, venja seg við umstøðurnar og veðurlagið, áðrenn veturin kemur.

Áðrenn skrivstovan stongdi herfyri arbeiddi ein føroyskur jarðfrøðislesandi á skrivstovuni. ? Eg dugi at síggja, at tit hava sera dugnalig og skilagóð ung fólk, sum kunnu arbeiða í hesi vinnu, og tí haldi eg eisini tað er umráðandi, at vit sum oljufelag læra tey upp her á staðnum, soleiðis at ein stórur partur av tí týðandi tøkniliga arbeiðinum, sum verður gjørt í sambandi við eina boring, eisini kann verða gjørt í føroyskum umhvørvi, og soleiðis at tit longu nú byrja at venja tykkum til henda nýggja veruleikan. Sjálvandi kann hetta arbeiði eisini verða gjørt í Aberdeen, London ella í Stavanger, men fyri okkum hevði tað týdning, at tað bleiv ein partur av føroyska gerandisdegnum í komandi oljuvinnuni.

Chris hevur arbeitt úti á oljuleiðunum langt frá høvuðsstøðini í Australia og tá gjørdu teir sjálvir ein stóran part av tí tøkniliga arbeiðinum á teldu. Hann leggur tó dent á, at sjálv prosesseringin og viðgerðin av tilfarinum má fara fram á høvuðsskrivstovunum, har teir hava sera stórar arbeiðssstøðir, sum ganga 24 tímar um samdøgrið. Men hann vónar, at nakað av arbeiðinum kann verða gjørt í Føroyum, soleiðis at tað kemur at gagna teimum mongu, sum útbúgva seg innan økið. Chris sigur seg ikki vita, hvat hini feløgini fara at gera, men hann vónar, at tey eisini fara at flyta nakað av sínum tekniska arbeiði til Føroyar.

Chris Kernick er rættiliga sannførdur um, at tað verður funnin olja við Føroyar. Hann hevur góðar vónir um, at av teimum 8 brunnunum, sum verða boraðir, verður olja funnin í teimum tveimum. Vónandi verður olja funnin í fleiri sigur Chris, sum heldur sera góðar møguleikar vera fyri at finna olju í gullblokkunum. Møguleikin fyri at finna olju har er 1 út av teimum og í mesta lagi 1 út av 4 brunnum. Har er sera stórur møguleiki fyri succes. Tá vit spyrja hann um elefantar, tvs. risastór oljufelt sigur hann, at møguleiki er eisini fyri onkrum sera stórum. Strukturarnir eru stórir nokk. Har er eitt petti av puslispælinum funnið, men av øðrum fýra pørtum av puslispælinum vita vit ov lítið um. Er oljan framvegis goymd í undirgrundini, eru egnaðar goysmlur osfr.?

Chris Kernick vónar, at tað fara at verða gjørd oljufund, sum aftur kunnu eggja feløgunum til at bora í basaltinum. Best hevði verið, um tað varð gjørt longu nú í 6 ára loyvunum, tí hvat tú enn gert av seismiskum kanningum, er tað bert boring, sum kann avdúka, hvat slag av gróti er undir basaltinum.

Hvussu heldur Chris, at komandi oljuvinnan fer at ávirka samfelagið!

? Vit hava havt tað gott her. Tá ynskir tú ikki, at tað broytist. Men eg dugi væl at síggja, at tað kunnu vera møguleikar hjá unga fólkinum at fáa arbeiði og útbúgving í hesi nýggju vinnu. Einhvør broyting hevur vansar við sær. Tað fara tit sjálvandi at síggja eitt nú í Tórshavn.

Chris Kernick vónar ikki, at Texaco er heilt liðugt í Føroyum. Hann heldur teir hava gjørt eitt gott arbeiði. Sjálvur sær hann fegin, at oljufeløgini fara at leggja dent á at læra føroyingar upp, soleiðis at teir sjálvir megna at reka hesa nýggju vinnu í framtíðini. Og tað gerst bæði við at geva teimum vitan og royndir aðrastaðni og so at lata teir sleppa framat í Føroyum.