Tú fært reinan skorstein fyri ein 100 krónuseðil

Skorsteinsfyritøkan NNFix hevur í løtuni eitt fantastiskt tilboð, sum er galdandi restina av hesum mánaðinum.

 

Tað eru Niels Johansen og Niels Juel Nolsøe, sum eiga og reka fyritøkuna, NNFix Sp/f, sum byrjaði sítt virksemi í 2019.

Teir átaka sær alt hugsandi arbeiði innan skorsteinin – alt frá einari vanligari reinsan til eitt nú at montera hattar, lúkur, trekkstabilisatorar, skifta roykrør, fóðra kaminir og seta upp nýggjar kaminir.  

 

Eitt serligt tilboð

- Tað, ið eftir er av hesum mánaðinum, hava vit eitt frálíkt tilboð til húsarhald, fyritøkur og stovnar. Vit gera eitt vanligt skorsteinsreins fyri einans 100 krónur, og tá verður eisini roykrørið úr ketlinum og inn í skorsteinin reinsað.

Tað sigur Niels Juel Nolsøe, sum vísir á, at hetta er eitt átak hjá NNFix, sum gevur fólki høvi at fáa skorsteinin reinsaðan.

- Hetta er eitt eingangstilboð, sum vit ikki hava havt áður, og sum vit ikki fara at hava aftur. Tí ynskja vit, at so mong sum gjørligt taka av tilboðnum hesaferð. 

NNFix hevur nógv og góð viðskiftafólk, og tey eru mong, sum venda aftur ár um ár, tí tey eru nøgd við tænastuna hjá fyritøkuni.

- Tað er eingin loyna, at skorsteinsreins hevur verið eitt sindur í andglettinum seinastu tíðina, men í okkara fyritøku kunnu vit fegnast um nøgd viðskiftafólk, sum vit eisini ynskja at hava tætt samband við. 

Soleiðis ynskir NNFix eisini, at tey viðskiftafólk, sum leggjast aftrat við sertilboðnum, sum nú er galdandi, eisini vilja halda fram við teimum tænastum, sum fyritøkan veitir.

- Men, hetta er sjálvsagt eitt treytaleyst tilboð, sum vit nú veita restina av hesum mánaðinum, leggur Niels Juel Nolsøe aftrat.

 

##med2##

 

Um alt landið  

NNFix reinsar skorsteinar og loysar allar hugsandi skorsteinsuppgávur kring um alt landið.

- Vit fegnast um, at so mong hava reagerað upp á okkara góða tilboð og hava biðið um skorsteinsreins fyri ein hundrað krónuseðil. Vit hava eisini fingið fleiri bíleggingar um reins úr eitt nú Suðuroy. Soleiðis fara vit eisini í Suðuroynna at reinsa um nakrar dagar.

Niels Johansen vísir á, at tað er ymiskt, hvat viðskiftafólk ynskja.

- Summi vilja hava reins hvørt ár, onnur annað hvørt ár, og upp aftur onnur vilja hava reins triðja hvørt ár. 

Hann sigur, at tað kann vera ymiskt, hvør tørvurin er, tí allir skorsteinar sóta ikki eins nógv ella lítið.

- Tá vit hava verið á einari vitjan, har vit ikki hava verið áður, duga vit oftast betur at meta um, hvør einstaki tørvurin er. Summir skorsteinar sóta illa og aðrir næstan ikki. Tað veldst eitt nú um, hvussu brenningin og skorsteinurin eru, sigur hann.

 

Kuldi og kondensur

Í summum húsum kunnu tey fáa trupulleikar við kondensi, har ein gamal ketil er skiftur út við ein nýggjan. Hin gamli gav meira hita frá sær út í skorsteinin og helt soleiðis skorsteinin reinari fyri sót. Nýggi ketilin er gjarna meira orkusparandi, hevur minni spillhita og gevur soleiðis eisini minni hita út í skorsteinin.

- Tá kann tað vera skjótt at fáa kondens, sum at enda kann sprýkja út ímillum steinarnar og setast í veggin og tapetið. Kondens kann eisini standast av øðrum ávum, eitt nú at skiftandi kulda og hita í veðurlagnum. 

Niels Johansen sigur, at tá ein kamina hevur hava kondenstrupulleikar, ber til at seta eitt rør innan í verandi skorstein, og hetta er ein vanligur máti at loysa slíkar kondenstrupulleikar. 

- Her fært tú eitt nýtt skorsteinsrør, og soleiðis verður kamin tøtt, og tú sleppur undan kondensi, sigur hann.

 

Neyvari kunning

Á nýggju heimasíðuni www.nnfix fæst neyvari kunning um tær tænastur, sum fyritøkan veitir, og her síggjast eisini myndir av ymiskum avrikum, sum teir báðir, Niels Juel Nolsøe (521314) og Niels Johansen (521313), hava gjørt.

 

##med3##

 

 

- Hvørja viku koma vit fram á tiptar kaminir, ið síggja soleiðis út, siga menninir, sum eiga og reka NNFix.