Tú hevur ikki eitt frælst lív, tá tú ikki kanst velja tína egnu framtíð

Tann føroyska abortlóggávan frá 1956, kúgar kvinnur og fólk við lívmøðrum. Vit hava eina abortlóg, sum sendir fólk av landinum og sum beinleiðis ger mun á lágløntum og ríkum. Eina abortlóg, sum eggjar til, at ótryggar abortir vera framdar og sum ikki ynskir heilsurøkt. Tíðin er komin til at dagføra lógina, soleiðis at øll kunnu fáa eina trygga abort umvegis tað føroyska heilsuverkið.  

 

Í núverandi løtu senda vit føroyingar til Danmarkar fyri at fáa abort. Av tí at føroyingar ikki hava danskt CPR-nummar noyðist ein á privat klinikk og hetta kann kosta alt frá 6.000 til 11.000 kr. - alt eftir um abortin er medisinsk ella kirurgisk (Sambært Aleris.dk). Hetta ger at einans tey, ið hava ráð kunnu fáa eina abort. Hetta er ikki gott nokk! Øll, óansæð fíggjarstøðu, eiga at hava rætt til heilsurøkt.  

 

Av tí at tað er avbjóðandi at fara til Danmarkar at fáa eina abort, vera ótryggar abortir framdar her heima, um vit vilja tað ella ikki. Ótryggar, tí kvinnur og fólk við lívmøðrum mugu næstan játta seg sinnisjúkan fyri at fáa eina abort, og risikera at ikki sleppa at fáa børn í framtíðini. Ótryggar, tí bíðitíðin og samrøður taka so langa tíð, at kvinnur og fólk við lívmøðrum, sum oftast noyðast til kirurgiska abort heldur enn medisinska. Ótryggar, tí vandi er fyri at kvinnur og fólk við lívmøðrum venda sær til vandamiklar mannagongdir, ið kunnu hava álvarsligar avleiðingar.

 

At Føroyar ikki ynskja tryggar abortir er simpulthen alt ov vánaligt og flovusligt. Vit skulu hava fría abort í Føroyum. So skjótt sum gjørligt. Og inntil tá, mugu vit fáa eina fyribils loysn frá Danmark. Danmark eigur at avtaka kravið um dankst CPR-nummar hjá føroyingum, ið fara til Danmarkar at fáa eina abort. Eisini eiga føroyingar at fáa endurgoldið ferðaseðlar og uppihald. 

 

Eg havi onga lívmóður, men eg veit at abortir vera framdar um vit vilja tað ella ikki, ótryggar ella tryggar, í Danmark ella Íslandi. Og spyrt tú meg, ynski eg at øll fólk við lívmøðrum kunnu fáa eina trygga og ókeypis abort í Føroyum. Føroyar er ikki eitt frælst land fyrr enn øll hava eitt frælst lív, og so leingi tú ikki kanst velja tína egnu framtíð, so hevur tú ikki eitt frælst lív. 

 

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen,

 

forfólk í norðurfelagnum hjá Sosialistisk Ung.