Tú kanst gera eitt gott keyp á Sand seinnapartin

- Hjálpið okkum at rudda húsið og geva lutunum eitt nýtt lív, siga tey, sum skipa fyri. Ágóðin fer til gransking í diabetes

Seinnapartin í dag verður eitt øðrvísi tiltak á Sandi - ella í Nesi 15 á Sandi. Her verður nevniliga tað, tey rópa loppusøla til frama fyri gransking í diabetes.

 

- Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku hevur latið eini sethús til frama fyri gransking í diabetes, og alt innbúgvið í húsunum skal seljast.

 

Tey, sum skipa fyri, vísa á, at við at keypa, stuðla fólk einum góðum endamáli, samstundis sum tú kanst gera eitt gott keyp. 

 

- Her er nógv gott at finna, bæði til heimið, summarhúsið og samlaran - stórir og smáir møblar, borðbúnaður, glas, køkslutir, lampur og prýðislutir.

 

Í húsunum eru bøkur, myndir, amboð, havaútgerð og nógv annað, sum fólk kunnu keypa.

 

Lagt verður aftrat, at loppusølan verður seinnapartin í dag - frá klokkan 14 til 18.

 

- Alt skal út. Først til mølle. Hjálpið okkum at geva lutunum eitt nýtt lív, siga fyrireikararnir av loppusøluni, sum verður í Nesi 15 á Sandi seinnapartin í dag.

 

##med2##