Tubbak er størsta orsøkin til krabba í Føroyum

Í Føroyum eru vit í tí støðu, at vit vita, hvør størsta orsøkin er til krabbamein. Tað er tubbak.

Tað skrivaði Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, í síðstu viku í sambandi við innsavningartiltakið hjá Krabbameinsfelagnum.

Her á in.fo lósu vit, at Maldivurnar hava sett roykibann fyri øll, sum eru fødd eftir 1. januar í 2007. Tað er fyrsta landið í heiminum, sum tekur hetta stigið, sum fleiri onnur hava tosað um.

Durita Tausen skrivaði, at hendan staðfestingin, at tubbakk er størsta orsøk til krabba í Føroyum, setur okkum í eina serliga støðu, tí vit kunnu fara beint til kelduna og fyribyrgja sjúkuni við at minka um nýtsluna av tubbaksvørum.

Og hon vísir á fleiri góð hugskot úrKrabbameinsætlanini , sum skulu slóða fyri hesum.

“Ein nýggj dagførd roykilóg verður sett í gildi skjótast gjørligt. Aðalmálið við lógini er at tálma royking og víðka um roykfrí umhvørvi og harvið at minka um heilsuskaðar og heilsuvandar, sum standast av royking”.

 

Lesið eisini: Maldivurnar banna nýggjum ættarliði av vaksnum at roykja

– Hetta er eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini, sum varð latin landsstýrinum í 2022. Trý ár seinni bíða vit enn eftir nýggju lógini. Onnur tilmæli eru eitt nú forboð fyri at roykja á almennum støðum, so at tubbak ikki er loyvt í skúla, til frítíðarvirksemi, á ítróttarøkjum, úti í náttúruni ella í barnaansing, skrivar hon.

Hon heldur eisini, at tíðin er búgvin at avmarka søluna av tubbaks- og nikotinvørum. Her verður mælt til eina loyvisskipan, har ein loyvisnevnd umsitur loyvini at selja hesar vørurnar.

Skal tað enn bera til at selja tubbaks- og nikotinvørur í vanligum handlum, so skal loyvi krevjast til tað. Og tað skal vera avmarkað til bara at kunna seljast millum klokkan 08 til 18.

Við at avmarka, hvussu lætt tað er at fáa fatur á heilsuskaðiligum vørum, er vónin at minka enn meira um brúkið. Og har við tryggja heilsubetri lívsstíl.

Lesið greinina hjá Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum, við at trýsta her