Tuberklavandin ið ikki var

Síðst í juni mánaði varð staðfest, at kokkurin á kinesisku matstovuni Nan-Tong var vorðin sjúkur av tuberklum. Hann varð innlagdur, og matstovan mátti lata aftur. Nú er hann frískur og stendur í køkinum á matstovuni aftur, men leysasøgur og stórt hóvasták kring tuberklasjúkuna hótta við at styggja fólk burtur og taka grundarlagið undan Nan-Tong

Týsdagin læt matstovan Nan-Tong í Havn upp aftur eftir at hava verið stongd í ein lítlan mánað, tí einasti kokkurin var sjúkur.

Kokkurin Xiaobin Zhang fekk staðfest tuberklar, og hóast hendan sjúka ikki er so ræðulig longur, so varð hann innlagdur, til smittuvandin var av. Nú er hann frískur og er aftur til arbeiðis.

Men bara orðið tuberklar vekir tey allar ringastu minnini hjá nógvum fólki, og nú stúra tey á Nan-Tong fyri, at fólk fara at halda seg burtur frá matstovuni av ótta fyri at verða smittað.

Linda Guttesen rekur saman við manni sínum, kokkinum, kinesisku matsovuna Nan-Tong. Hon gevur Sjónvarpi Føroya ein part av ábyrgdini fyri, at summi fólk nú helst fara at halda seg frá at vitja matstovuna, vegna ræðslu fyri tuberklum.


Sjónvarpið tók málið upp

Stutt eftir at maður hennara hevði fingið staðfest turberklar, ringdi ein sjónvarpskvinna til hana, og spurdi um slaturin, sum gekk um Nan-Tong. Hon bjóðaði sær síðan til at taka lívið av hesum slatri við at gera eitt innslag í Dag og Viku um hvat veruliga var hent við kokkinum á matstovuni, og hví hendan nú hevði latið aftur fyribils.

- Hon spurdi so, um tað var satt, at hann var sjúkur, og eg segði sum var, at hann hevði tuberklar og lá á sjúkrahúsinum, har hann fekk viðgerð.

Linda sigur, at hon greiddi sjónvarpskvinnuni frá, at hon ikki helt tað vera rætt at gera eitt innslag í Degi og Viku um, at maður hennara var sjúkur av tuberklum, og síðan heitti hon beinleiðis á sjónvarpskvinnuna um ikki at gera nakað burturúr tí.

- Svarið eg tá fekk var, at var ikki nakað, sum vit avgjørdu. Tað avgjørdu tey á Sjónvarpinum. Sjónvarpskvinnan spurdi, um eg og børnini vóru blivin kannað, og segði so bara farvæl, sigur Linda.


Missvísandi innslag

Innslagið sá hon í Degi og Viku seinni um kvøldið. Har varð staðfest, at matstovan var stongd, orsakað av tuberklum, og síðan varð Jón á Steig, yvirlækni í lungasjúkum spurdur um nøkur viðurskifti viðvíkjandi tuberklum, har hann millum annað staðfesti, at vandin at verða smittaður av einum tuberklasjúklingi var lítil og eingin.

Linda Guttesen sigur, at tað gingu ymsikar løgnar søgur um mann hennara og sjúku hansara, men spurd um tað ikki var upp á sítt pláss, at fáa leysasøgurnar at tagna við einum tíðindastubba um tuberklatilburðin, sigur hon:

- Eg haldi at tað var skeivt av Sjónvarpinum at koma út við tí upp á handan mátan. Hatta var eftir mínum tykki eitt innslag, sum bara ørkymlaði fólk og setti fram fleiri spurningar enn tað svaraði. Eg havi tosað við fleiri fólk, ið sóu innslagið, men ikki høvdu fatað, at tuberklar ikki eru nøkur ræðulig sjúka longur.

- Har var ikki meira í tí enn tað, at vit noyddust at steingja matstovuna, tí einasti kokkur okkara var sjúkur. Høvdu vit havt ein annan kokk, ið kundi yvirtikið arbeiðið hjá manni mínum, so hevði ikki verið neyðugt at latið matstovuna aftur. Í sjónvarpinum varð tað ført fram sum at matstovan var stongd vegna tuberklar, og tað var í sínum breiðasta týdningi sum so heldur ikki beinleiðis skeivt, men eg vil kalla tað eitt sindur missvísandi og óneyðuga ræðandi, sigur Linda.


Vildi steðga leysasøgunum

Katrin Petersen, tíðindafólk á Sjónvarpi Føroya, gjørdi innslagið um tuberklasjúkuna hjá kokkinum á Nan-Tong.

- Mínar royndir siga mær, at tá man byrjar at hoyra fleiri ymiskar leysasøgur um eitt mál, so er tað besta ein kann gera, at koma út og greiða rætt frá málinum. Vit greiddu við innslagnum fólki frá, at tað var rætt, at kokkurin á Nan-Tong hevði tuberklar. Síðan lótu vit læknan, ið er serkønur í tuberklum, um at greiða fólki frá, at eingin smittuvandi var á ferð hjá teimum, ið høvdu etið á matstovuni, sigur Katrin Petersen.

Spurd um tað var rætt at gera innslagið, hóast Linda Guttesen sum avvarðandi heitti á hana um at lata vera, sigur Katrin Petersen, at Sjónvarpið sum tíðindamiðil ikki kann taka hædd fyri, at eitt innslag kann skaða umdømið hjá einari fyritøku.

- Eg meini at tað var frægari fyri matstovuna, at vit komu út og greiddu frá umstøðunum, enn um leysasøgurnar sluppu at ganga sína gongd, tí vit vita, hvussu skjótt ein fjøður kann gerast til fimm hønur, sigur Katrin Petersen, tíðindafólk á Sjónvarpi Føroya.


Fólk ræðast sjúkuna

Linda Guttesen sigur seg rokna við, at talið á gestum á matstovuni fer at minka orsakað av nógva hóvastákinum kring tuberklarnar hjá kokkinum.

- Eg vænti tíverri at nógv fólk fara at seta seg aftur og ikki koma oman á matstovuna, eftir at tey hava hoyrt um tuberklarnar hjá kokkinum. Vit hava nógvar tilkomnar matstovugestir, og man kann rokna við, at júst tey eru eitt sindur bangin, tí tey kenna til ræðuleikarnar, ið fyrr stóðust av tuberklum, sigur Linda.

Hon vónar tó ikki, at hetta fer at hava við sær, at fólk heilt venda matstovuni bakið, men at tey venda aftur, tá hóvastákið hevur lagt seg.

- Eg skilji væl at fólk eru bangin fyri tuberklasjúkuni, tí hon var jú heilt ræðulig fyrr. Av tí sama er tað so umráðandi, at ein tuberklatilburður verður umrøddur við varðsemi, soleiðis at misskiljingar ikki koma fyri. Eg vóni bara at fólk duga at skilja, at tilburðurin hevði einki við sjálva matstovuna at gera, og at kokkurin nú er púra frískur av sjúkuni.


Varð innlagdur beinanvegin

Kokkurin á Nan-Tong, Xiaobin Zhang, fekk staðfest tuberklar síðst í juni mánaði, og varð beinanvegin innlagdur til viðgerðar. Av tí at hann var einasti kokkur á matsovuni, var ikki annað at gera enn at steingja matstovuna, til sjúkan gekk yvir.

Tuberklar smitta ígjøgnum spýtt, og skal sjúkan smitta, krevur tað bæði at tann smittaði kemur rættiliga nær einum øðrum persóni, og at hesin er illa fyri heilsuliga og tískil ikki kann standa ímóti smittuni.

- Kokkurin hevur verið innlagdur, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen

Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.