Tummas skaraði framúr í útivikuni. Hann setti hvønn morgun bilin í Hvalvík og gekk síðani um Hvalvíksskarð til og frá arbeiðsplássi sínum í Vestmanna, har hann starvast sum vaktmeistari á Fossáverkinum. Nú kom viðurkenningin 56 ára gamli Tummas Joensen á Skála var millum tey 39 starvsfólkini á SEV, ið tóku lut í Útivikuni hjá Fólkaheilsuráðnum herfyri.
Hetta gjørdu tey við at fylgja áheitanini um at seta bilin og ístaðin ganga til og frá arbeiði hesa vikuna. Túrurin um Hvalvíksskarð tók tveir tímar - hvønn vegin!
Hetta helt leiðslan í SEV vera somikið stórt avrik, at tað ikki kundi fara afturvið borðinum soleiðis uttan víðari, og fyrrapartin í dag kom so viðurkenningin, tá SEV-stjórin setti Tummasi stevnu norðuri í Sundum í Kollafirði.
Har handaði Hákun Djurhuus tí spenta Tummasi Joensen eina fult útgjørda, nýmótans súkklu av slagnum NISHIKI frá Súkkluhandlinum í Kollafirði. Og saman við henni fylgdi sjálvandi eisini ein súkkluhjálmur, sum matchaði súkkluna!
- Fert tú so nú at súkkla til arbeiðis? spurdu tey glaða og fegna móttakaran.
- Nei, tað rokni eg ikki við. Og tó, kanska fari eg at gera onkran einstakan túr, glapp at enda úr honum.
Fyrsta súkklan
Hetta er fyrsta súkklan, Tummas hevur átt. Konan eigur súkklu, sum hon hevur verið glað fyri, og av og á hevur Tummas eisini lænt hana til styttri túrar.
- Men nú vænti eg, at eg fari at gera meira burturúr súkklingini, tí nú kunnu vit bæði altíð fara ein súkklutúr saman, tá tað passar okkum, heldur Tummas Joensen fyri.
Hann verður tó neyvan at síggja nógv á nýggju súkkluni um vikuskiftið.
- Nei, eg verði á vakt alt vikuskiftið, so tað má bíða eitt sindur. Men so fari eg eisini av álvara at royna hana og øll hennara sjey gear, flennur vaktmeistarin á Fossáverkinum.
Kelda: www.sev.fo