Fyri at gera listina til ein natúrligan part av gerandisdegnum samtykti Eysturkommuna um ársskiftið, at eitt prosent av byggiútreiðslum í sambandi við kommunala bygging skal nýtast til list.
Nýggi parturin av Gøtu skúla er fyrsta listprýðingin síðani samtyktina og hana hevur kommunan við fakligari ráðgeving biðið Tummas Jákup Thomsen um at gera.
Rúm og umhvørvi seta stór krøv til ta list, sum skal prýða skúlan eins og gerandisdagurin og tað pædagogiska arbeiðið seta krøv til listina. Listin skal kunna úttrykkja ein greiðan samkleika í tráð við byggisnið og við andan á skúlanum.
Men, tað hevur eisini havt týdning fyri Eysturkommunu, at tey, sum hava sína dagligu gongd á skúlanum lærarar og næmingar kunnu vera við til at skapa og endurskapa ymiskt huglag í rúminum og lata rúmið upp í mun til tær funktónirnar, tað hevur og skal hava.
Í tí æstetiska undirvísningarumhvørvinum skal prýðingin vera ein íblástur og ein karmur fyri ymiskt virksemi, men har skal eisini vera rúm fyri arbeiði hjá næmingum, til temaarbeiði og til at skapa sum heild, uttan at tað órógvar heildarfatanina av listpryðingini.
- Vit hava ynskt, at listprýðingin skuldi uppfylla øll hesi krøv, og vit eru tí fegin um, at Tummas Jákup Thomsen hevur funnið eina javnvág ímillum greiðan samleika og fleksibilitet, millum heild og partar eins og ímillum tað varðandi og tað, sum broytist, sigur Eysturkommuna.
Tummas Jákup Thomsen hevur arbeitt við listprýðingini í fleiri mánaðir, og fer at byrja at heingja listina upp í skúlanum eina av fyrstu døgunum. Listprýðingin verður liðug, tá skúlin byrjar aftur í august.