Tung støða hjá Tromsø

Hóast teir aftur í ár eru í finaluni um norska meistaraheitið í mansflogbólti, so er fíggjarliga støðan alt enn góð í felagnum hjá Rúna Weihe, BK Tromsø.
Í fyrsta finaludystinum móti Nyborg vann Tromsø, men fíggjarligir trupulleikarnir í felagnum hava av álvara rúgvað seg upp, nú næsti finaludysturin er á skránni. Hesin skal nevnliga spælast í Bergen, og í Tromsø hava tey ikki so frægt sum ráð til ferðaseðlarnar til norska høvuðsstaðin.
Kostnaðurin fyri eina slíka ferð liggur um 30.000 kr., og hesar hevur felagið nú fingið vinnulívið í býnum at útvega.
Men hóast tungu fíggjarligu støðuna, so er stjórin í felagnum Harald Markussen bjartskygdur. Ikki minst tí felagið longu nú hevur leikarahópin til komandi kappingarár kláran. Ein hópur, sum eisini inniheldu navnið á Rúna Weihe.