Tungar avbjóðingar fyri framman

Gjáramorgunin var fundur í Fíggjarnevndini, har einasta mál á skránni var val av formanni. Bert eitt uppskot var, og tað var Jøgren Niclasen. Eyðgunn Samuelsen heldur fram sum næstformaður.

Hóast nógv hevur verið fundast í Javnaðarflokkinum og nógv hevur verið umrøtt í miðlunum um, at Eyðgunn Samuelsen skuldi skjótast upp sum formaður í Fíggjarnevdini, so var bert hitt eina uppskotið til formann, tá Fíggjarnevndin hevði fund gjáramorgunin.
- Tað var bert eg í uppskoti, og tí kanst tú siga, at eg varð einmælt valdur til formann í Fíggjarnevndini. Eyðgunn Samuelsen heldur so fram sum næstformaður, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at flokkarnir jú hava býtt málsøkini, hvør fyrisitur hvat í landsstýrinum, og hvør hevur hvønn formanssess í Løgtinginum.
- Og har hevur Fólkaflokkurin formanssessin í Fíggjarnevndini, og tað er eitt hitt mest grundleggjandi í allari samstarvsavtaluni, tí tað er altíð tað, sum er truplast í øllum samgongusamráðingunum, sigur Jørgen Niclasen.
Spurningurin er so, um tað fer at merkjast, at ein nýggjur maður situr á postinum sum fíggjarnevndarformaður.
- Fíggjarnevndin hevur verið eyðkend fyri, at fáa breiðar semjur í Løgtinginum, at tað er ein samd nevnd, og at allir flokkar eru við í semjunum. Hinvegin ber so til at siga, at tað ofta hava verið orrustur millum Fíggjarnevndina øðrumegin og landsstýrið hinumegin, sigur Jørgen Niclasen.

Søkja semjur
Nýggi fíggjarnevndarformaðurin sigur, at hann fer at gera alt, hann kann, fyri at halda saman upp á Fíggjarnevndina.
- Eg fari at leggja doyin á at finna semjur í Fíggjarnevdini, men eisini at fáa betri samsvar millum viljan hjá Fíggjarnevndini og landsstýrinum, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at avbjóðingarnar fyri framman er stórar, tó at bert tvey mál í løtuni liggja hjá nevndini.
- Vit skulu longu um tveir mánaðar fáa fíggjarkarmarnar samtyktar fyri komandi ár og fyri komandi fimm árini. Har liggur ein breið politisk semja í Løgtinginnum um, at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í seinasta lagi í 2015, so tað verður ein avbjóðing, serliga tá vit vita, at langt er millum meiningarnar um, hvussu vit náa hesum máli, sigur Jørgen Niclasen.
Størsta uppgávan verður tí at finna fram til ta semjuna, har helst allir flokkar skulu vera við.
- Men tað týdningarmesta er at fáa hallið burtur, og tað er ein stór avbjóðing og ein spennandi avbjóðing, sigur nýggi fíggjarnevndarformaðurin, Jørgen Niclasen.
At Anfinn Kallsberg hevur tikið seg úr politikki merkir, at nýggtj nevndarumboð skulu veljast í tær nevndir, har Anfinn Kallsberg hevur umboðað Fólkaflokkin. Flokkurin valdi gjáramorgunin Rodmund Nielsen sum nýggjan løgtingsgrannskoðara, og framman undan er greitt, at Jákup Mikkelsen verður nýggjur limur í Rættarnevndini, meðan Heðin Zachariasen verður varalimur í somu nevnd, og endaliga er Jørgen Niclasen valdur til varalim í Uttanlandsnevndini.