Tíðliga í morgin fer føroyska kvinnulandsliðið til Cypros, har tær komandi dagarnar taka lut í Challenge Trophy-kappingini.
Undan fráferðini hevur verið talan um stutta venjingarlegu í Danmark, og hendan endaði í dag við venjingardysti móti Tårnby, sum spælir í triðju bestu donsku deildini.
Føroyska liðið var sera nógv merkt av, at heilar 10 av teimum 15 spælarunum í hópinum júst hava verið partur av trimum hørðum FM-finalum. Og tað eydnaðist teimum ikki at basa Tårnby, sum vann dystin 27-22.
Hesar báðar dagarnar hevur talan bert verið um lættar venjingar, og ætlanin hjá venjarunum er uttan iva, at talan verður um eitt hampuliga væl hvílt lið, sum í ovurmorgin fer á vøllin til fyrsta dystin á Cypros.