Tungevaag klokkan 00:30!

Norski tónleikarin, plátuvendarin og framleiðarin Martin Tungevaag byrjaði sína tónleikayrkisleið við hittinum ”Wicked Wonderland” afturi í 2014. Seinni sama ár rakk ”Samsara” heilt upp á fyrsta plássið á skandinavisku charts. Við hópin av hittum í viðførinum og 7 milliónum lurtarum um mánaðin einans á Spotify, hevur Tungevaag megnað at etablerað seg sum ein av heimsins størstu DJ`s.

 

Martin Tungevaag hevur eisini verið tilnevndur til stóru altjóða Grammy virðislønina og við einum Multi-platinum statusi (67 heiðurslønum m.a í Týsklandi, Eysturíki, Italia, Svøríki og fleiri øðrum londum) saman við meira enn einari milliard Spotify stroymingum innan einans 5 ár, kann Tungevaag longu teljast millum top 300 av best umtóktu tónleikarum nakrantíð.

 

Martin Tungevaag er kendur fyri sínar orkuríku framførslur og kemur klokkan 00:30 at borðreiða eina gandakenda framførslu á altjóða støði!