Tungt at reka ferðavinnu

Tað er tungt at reka ferðavinnu á smáplássunum, sigur formaðurin í Sandoyar Sýslu Ferðalag. Tungt er at fáa fígging til felagið, og vinnan í økinum er rættiliga avmarkað og tí heldur ikki tann stóra inntøkukeldan til raksturin

Økið er avmarkað, og tað er fólkatalið eisini. Tískil er lítið grundarlag fyri at fáa fígging til raksturin av Sandoyar Sýslu Ferðalag, sigur formaðurin í felagnum, Laura Joensen. Kortini royna tey sum frægast at menna ferðavinnuna í økinum, sum hevur so nógv at bjóða fremmandafólki.
Felagið fær stuðul frá kommununum í Sýsluni. Tó undantikið Skopunar Kommunu, sigur Laura Joensen. Og tað ger stóran mun, at ein so stór kommuna í oynni ikki er við.
Kommunurnar stuðla saman við Ferðaráðnum so mikið, at til ber at hava eitt hálvt fólk til arbeiðis á Kunningarstovuni. Restina av fíggingini mugu Kunningarstovan og felagið so sjálvt royna at fáa til vega.
So er tað tiltakið »Destination Viking«, sum er eitt sera gott íkast til at fáa raksturin at hanga saman, sigur hon.
Hetta tiltakið, har arbeitt verður saman við Fornminnissavninum og Ferðaráðnum um at sýna fram ymiskt søguligt, eitt nú útgrevsturin Heima á Sandi.
?Tað er heilt avgjørt, at tað ger mun, at Kunningarstovan verður meira sjónlig, sigur Laura Joensen. Fólk gerast meira áhugað, tá tey síggja og hoyra, at her hendir nakað.
Men tað er so nógv, sum manglar í fyri at kunna reka ferðavinnuna á sama støði sum á størru plássunum, sigur hon.
Til dømis er trupult at fáa hús til teirra, sum hóast alt vísa áhuga og vilja gista í økinum.
Tað er ikki tí, at húsini ikki eru her. Tað standa tóm hús at kalla í hvørjari bygd. Men ymsikt er sum bendir á, at fólk, sum eiga hesi húsini, ikki eru serliga áhugað í at leiga tey út. Í hvussu er ikki gjøgnum Kunningarstovuna, sum er tað staðið, har fyrispurningarnir fyrst og flestir koma. Tað kann vera, at tað eisini heldur fremmandafólki eitt sindur aftur við at vitja í Sandoynni.
Eitt annað, sum heilt avgjørt hevur manglað í økinum, er eitt matstað. Eitt stað, har fólk kunnu koma inn av vegnum og fáa sær ein bita at eta.
Gaman í er eitt slíkt í umbúna Heima á Sandi. Men tað verður bara opið um vikuskiftið. Eftir eru so allir hini dagarnir í vikuni, har fólk noyðast at hava egnan matpakka við sær í oynna ella klára seg við eini pylsu av Statoilstøðini á Sandi ella úr pylsuvogninum í Skálavík.

Fuglafjarðamodellið
Men nú er tað kortini ikki bara neyð og elendigheit tað heila. Víst eru glottar og spennandi tiltøk at fara til í Sandoyar Sýslu, sigur Laura Joensen.
Sands Kommuna hevur fingið hús, har Kunningarstovan hevur fingið tilboð um at flyta inn.
Hetta verður gjørt eftir sonevnda Fuglafjarðarmodellinum, har samstarv er millum kunningarstovu og bókasavn, soleiðis at tað altíð er lív í hølinum.
So eru tað eisini onnur tiltøk, sum skipað verður fyri í ferðavinnusambandi, sigur Laura Joensen.
Úr Skálavík verður skipað fyri gongutúrum, har millum annað kann gistast í húsinum i Norðasta Haga. Eisini verður gjørdur onkur drunhvítatúrur í summardimminum.
Eisini aðrar fjallastovur eru at vitja í oynni, greiðir Laura Joensen frá. Til dømis húsið í Slavansdali.
Laura Joensen sigur, at hon setir stórar vónir til tiltakið »Søguslóðir«, sum hevur roynst væl aðrastaðni, eitt nú á bretsku oyggjunum fyri norðan.
Alt skal henda teir tríggjar summarmánarnar, tá fremmandafólkið vitjar. Og tað er ov lítið at liva av. Tí má vertstíðin leingjast. Og júst her kunnu søguslóðirnar koma upp í leikin. Tí útgrevsturin er alt árið á Sandi, hóast fuglurin, sum góður møguleiki er at síggja um summarið, er farin.
Skipast má fyri tiltøkum, sum kunnu vekja áhugan og vitanina um oyggjarnar í Sandoyar Sýslu. Og eitt slíkt er tónleikafestivalurin, sum skipað verður fyri í summar.
?Koma fólk til Sands á festival, kann so skjótt henda, at tey eisini fáa eyga á okkurt annað av tí nógva, vit hava at bjóða her, sigur Laura Joensen, formaður í Sandoyar Sýslu Ferðaráð.