Tjaldru-VÍF 20-28 (11-13)
Hondbóltur
Ein gylt regla í øllum ítróttahøpi er, at tú ongantíð skalt undirmeta mótstøðuna. Ivaleyst eru VÍF leikararnir á besta mansliðinum í landinum helst eisini greiðir um hetta, men kortini, so var nær við, at teir júst framdu hetta mistakið sunnudagin.
Fylgdurst í ein hálvleik
Mótstøðuliðið var Tjaldur, sum á pappírinum ikki skuldi kunna gjørt tað stóra við Vestmenningarnar, sum hava verið fullkomuliga einaráðandi higartil í kappingini.
Fyrra hálvleik av dystinum sunnudagin sást tó lítið til hetta, og tað eydnaðist ongantíð gestunum at skræða seg leysan av væl stríðandi heimaliðnum. Beint eftir steðgin gekk tó betri, og tá vestmenningar fyrst høvdu vunnið seg nøkur mál framum, so var alt avgjørt.
Eftir dystin helt VÍF-venjarin, Hjalmar Klein Olsen, at orsøkin til, at tað gekk so striltið, fyrst og fremst var hugburðurin hjá leikarunum.
- Vit tosaðu um hetta áðrenn dystin, men kortini, so tóktust leikararni slettis ikki at vera kláriri til uppgávuna fyrstu løtuna. Fleiri hava verið við í landsliðshópinum herfyri, og harumframt er eisini hálvfinala og annað í tonkunum, so tað er ikki so lætt at seta seg upp til ein slíkan dyst, greiðir Hjalmar frá.
- Í hálvleikinum tosaðu vit so aftur saman, og tað eydnaðist okkum eisini at avgera dystin beinanvegin, sum seinni hálvleikur byrjaði. Serliga var tað í verjupartinum, at tað riggaði væl hjá okkum her, og vit fingu fleiri skjót kontramál. Hesa løtuna vístu leikararnir, at teir veruliga vildu vinna dystin, og tað eydnaðist okkum tíbetur eisini, segði Hjalmar at enda.
Hvør fær steðgað teimum
Sostatt trumlar VÍF framvegis víðari við fullum stigatali, og tað kann í løtuni tykjast ilt at gita, hvør skal kunna steðga teimum. Kyndil tók stig frá teimum í grundspælinum, og gera tað møguliga aftur, men hinvegin er hetta neyvan nóg mikið til at finna seg upp um VÍF á stigatalvuni.
Til hetta hava kappingarneytarnir sett ov nógv stig til, meðan maskinan hjá vestmenningum hevur havt at kalla fulla ferð á alla tíðina, og helst eisnii fer at koyra við somu ferð tað, sum eftir er av kappingarárinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinussen 6(2), Mortan Hansen 5, Zoran Sarcevic 3(2), Arnfinn Langgaard 2, Tummas Magnussen 1
VÍF: Áki Olsen 7, Ingi Olsen 6(3), Agnar Joensen 6, John Zachariassen 3, Danut Negro 2, Rógvi Nielsen 1, Harald Bjørgvin 1, Sjúrður Holm 1, Petur Fr. Joensen 1
Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 4
Útvísingar: Tjaldur 3, VÍF 2
Dómarar úr StÍF: Justines Jusinussen og Pole Hansen