Tungt stríð í Íslandi

Ólavur Simonsen hevur ikki fingið stigini, sum tað varð roknað við, at hann fór at fáa í kapping í Íslandi

 

Klaksvíkingurin Ólavur Simonsen hevur ikki eydnuna við sær í opnu kappingini Johann Thorir Jonsson Memorial í Reykjavík í hesum døgum. Sjey umfør eru leikt og tvey stig hevur Ólavur higartil fingið, sum gevur eitt 38. pláss av 42 lutakararum. Úrslitið er væl undir væntaðu skoruna, men enn resta trý umfør og tískil kann Ólavur enn bjarga úrslitinum hjá sær. Fýra ferðir hevur mótstøðan verið nakað sterkari, og hevur Ólavur eisini tapt hesi talv. Tvey stig hevur hann fingið ímóti trimum lægri rataðum telvarum. Eitt av hesum talvunum leikti Ólavur a3 í fyrsta leiki (!), og eydnaðist tað eisini honum at vinna hetta merkisverda talv, sum er við í blaðnum í dag.

Vónandi kann klaksvíkingurin reisa seg í endaspurtinum, og eftir hendan vendir hann eyguni heimaftur, har hann júst nær at koma heim til toppdystin í 1. deild ímóti Havnini sunnudagin 4. november.

Tann vælkendi Ivan Sokolov og fremsti íslendski telvarin Hannes H. Stefansson, eru á odda við hálvumsætta stigi. Á øðrum plássi finna vit fremsta danska telvaran í løtuni, Peter Heinie Nielsen, hollendaran Jan Timman og Svian Johnny Hector við fimm stigum hvør.