Sóljan ?VB 20-23 (10-10):
Hondbóltur
Í nógvum dystum í fjør hevði Sóljan ótakksama leiklutin sum prügelknabe hjá sterku liðunum, sum stríddust um heiðursmerkini.
Soleiðis hildu fleiri kanska eisini, at støðan skuldi gerast í vetur, men skal metast eftir fyrsta dystinum, so ætla vágagenturnar sær ikki at endurtaka árið í fjør í so máta.
Útlendsk mál
VB mátti nevnliga stríðast fyri stigunum, tá tær vitjaðu í Vágunum leygardagin. Í fyrra hálvleiki vóru vertirnir eisini framman fyri eitt skifti, og hóast VB hevði leiðsluna í øllum seinna hálvleiki, so skrædnaði ongan tíð millum liðini bæði.
Hjá báðum pørtum var annars galdandi, at tað vóru útlendsku leikararnir, sum gjørdu mest um seg. VB hevur triðja árið á rað ungversku Reginu Radó á liðnum, og henni so líkt, so gjørdi hon nógv við málskjótingina. Afturat henni er so eisini Gabriela Feketa á liðnum í ár, og hon tykist eisini at gera góðan mun.
Hjá vágaliðnum var tað serliga nýggji stórskjúttin, Asta Petrauskiene, sum gjørdi um seg, men harumframt hevur Sóljan eisini ein sera sterkan málverja í Kristinu Graksaite. Hesa ferð var avrik hennara ikki nóg mikið til at taka stig, men tað kann væl, at hon í onkrum uppgerðum verður tungan á vágskálini, og so kann væl verða, at Sóljan aftur í ár fer at skava somikið frægt at stigum saman, at tað ikki verða tær, sum noyðast leiðina niður í næst bestu deildina.
Dysturin í tølum:
Sóljan ?VB 20-23 (10-10)
Málskjúttar
Sóljan: Asta Petrauskiene 9, Marjun Johansen 6(2), Heidi-Maria Akselsen 3, Sólja Jóanesdóttir, Fía Selma Nielsen 1
VB: Regina Radó 9(4), Gabriela Feketa 8, Gurið Mortensen, Sólrun Krosslá 2(1), Jensia Petersen 1, Durita Rouch 1
Brostkøst: VB 9
Útvísingar: Sóljan 4