Tunlar í Norðoyggjum skulu framskundast

Vit kunnu ikki standa modell til hetta longur

- Vit mugu framskunda ætlanin at nútímansgera tunlarnar norður um Fjall í Norðoyggjum

Tað heldur løgtingskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Hon biðjur nú partamann sín, Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og tunlamálum, um at kanna møguleikan fyri at framskunda arbeiðið at nútímansgera tunlarnar.

Í hesum sambandi biðjur hon eisini landsstýrismannin kanna, hvussu nógv bíligari tað er at víðka tunlarnar, heldur enn at gera nýggjar og um tað kann vera ein máti at framskunda verkætlanina uppá.

 

Hon vil eisini hava at vita um nøkur ætlan er um at gera nakað við tað, hon kallar bráneyðuga tørvin á trygdarútgerð í tunlunum, eitt nú at seta bummar uttanfyri og at leggja samskiftistøkni og sløkkiútgerð í tunlarnar. 

Tunlarnir eru frá 1965 - 196767 og verða sostatt skjótt 50 ára gamlir.  

- Teir vóru gjørdir í eini heilt aðrari tíð og eru alt ov lágir og smalir til tungu og øktu  ferðsluna í dag.  

Teir eru  einsporaðir og klára als ikki  ferðsluna, tí ferðslan í 1966-1967 kann  ikki sammetast við ferðsluna í dag. Sostatt eru tunlarnir ein fløskuhálsur fyri virksemið norðanfyri og fyri at menna økið, heldur hon

 
- Eg meti, at vit sum myndugleiki ikki kunnu standa model til hesar tunlar longur, sigur hon.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at í íløguætlanini hjá samgonguni skulu tunlarnir Norður um Fjall gerast í 2021 – 24.

- Men eg meti at tað er ábyrgdarleyst  at  bíða so leingi.  Vit verða noydd at framskunda hetta við atlitið til trygdina og øktu tungu ferðslunam sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.