Arbeiðið hjá Havsbrún við at gera nýggjar goymslutunlar í Fuglafirði gongur skjótt framá, og í gjárkvøldi varð seinasta skotið latið av.
Nú tá spreingingin er liðug, verður fari í holt við at planera tunlarnar, el-arbeiði og ymiskt annað.
Havsbrún letur gera tveir tunlar, ið skulu brúkast til mjølgoymslu. Tunlarnir verða 250 metrar til longdar og 16 metrar breiðir.
Tað er norska felagið LNS, ið hevur staðið fyri spreingiarbeiðinum, og fara teir avstað aftur nú, tá teirra partur er liðugur, skrivar Havsbrún á síni heimasíðu.

Tunlarnir skotnir ígjøgnum





