Tunlarnir verða ikki framskundaðir

Samgongan meinar einki við tað, tá ið hon sigur, at Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall, verða framskundaðir, halda løgtingsmenn

Hvørki Hvalbiartunnilin, ella tunlarnir Norður um Fjall, verða framskundaðir so mikið sum ein dag. Tað halda bæði Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og aðrir tinglimir í andstøðuni. Fíggjarlógin fyri næsta ár er nú til viðgerar í Løgtinginum, og í tí sambandi verður, sum vant, nógv tosað um tunlar.

 

Í lógini, sum Løgtingið samtykti um Hvalbiartunnilin, stendur at 52 milliónir skulu setast av til Hvalbiartunnilin næsta ár, men á fíggjarlógini standa bara 30 milliónir. Tó er samgongan síðani samd um at hækka talið upp aftur á 49 milliónir, og samstundis skal játtanin fyri 2021, hálast fram til 2020, fyri at seta ferð á arbeiðið, men tað verður so ein uppgáva, sum kemur at liggja á eini komandi samgongu, tí løgtingsval verður í seinasta lagi 31. august, og enn veit eingin, hvussu samgongan fer at síggja út eftir tað.

 

Men Samgongan førir fram, at eftir ætlanini, sum nú fyriliggur, verður liðugt at bora Hvalbiartunnilin í 2020, og so verður farið undir tunlarnar Norður um Fjall, og tað merkir, at báður tunlarnir verða framskundaðir eitt ár.

 

 

Les eisini: Hvalbiartunnilin skal ikki vera jólatrøll

 

 

Men tað trýr Jacob Vestergaard einki upp á, og tað er hann ikki einsamallur um í samgonguni. Hann vísir á, at eftir lógini um Hvalbiartunnilin, skal hann vera liðugur seint í 2021, ella tíðliga í 2022. Men fortreytin fyri tí er, at 52 milliónir verða settar av á fíggjarlógini næsta ár. Nú verða so bara 49 milliónir settar av, so hetta er ikki at framskunda tunnilin, sigur hann.

 

Hann heldur, at meinti samgongan tað í álvara, at tunnilin skuldi framskundast, vórðu 100 milliónir settar av til arbeiðið næsta ár. Verður so ein lutfalsliga tilsvarandi játtan eisini sett av í 2020, tekur tað 12 mánaðir at bora tunnilin og sostatt kann arbeiðið at bora hann, verða liðugt í 2020. Tað hevur hann fingið at vita frá serkønum á økinum.

 

– Tað hevði verið at framskunda tunnilin, tað er hetta ikki, sigur hann. Tað, sum nú er sett av, er ikki at framskunda Hvalbiartunnilin, tí hetta er ikki so frægt sum tað, ið stendur í verklagslógini, sigur hann.

 

Sostatt verður ikki liðugt at bora Hvalbiartunnilin fyrr enn í 2021, og tá verður farið at bora tunlarnir Norður um Fjall. Og sostatt verða hvørki Hvalbiartunnilin, ella Tunlarnir Norður um Fjall, framskundaðir so mikið sum ein dag, sigur hann.