Tunnil í India rapaði og 41 mans eru innistongdir

Í skjótt níggju samdøgur hava fleiri arbeiðsmenn verið innistongdir í einum tunli, har loftið er rapað einar 200 metrar inni í tunlinum.

 

Síðan hendingina í Uttarkashi har norðuri í India fyri skjótt níggju døgum síðan hevur verið arbeitt av øllum alvi fyri at bjarga monnunum, sum er inni í tunlinum og ikki sleppa út.

 

Tað var hin 12. november, at tað rapaði undan tunnilsloftinum einar 200 metrar frá sjálvum munnanum.

 

Hóast fleiri dagar eru gingnir, eru vónir um at fáa menninar út úr aftur tunlinum á lívi. Sambært indisku myndugleikunum eru fleiri av monnunum vorðnir sjúkir, men teir hava bæði mat, heilivág, ljós og fáa luft inn í tunnilin gjøgnum tvey rør.

 

Sum skilst, er talan um ein 4,5 kilometra langan vegtunnil millum økini, Silkyara og Dandalgaon í Himalaya-regiónini.

 

Seinastu vikuna hava eini 200 bjargingarfólk arbeitt av øllum alvi við at fáa menninar útaftur, men tað er higartil ikki eydnast. 

 

- Vit arbeiða hart fyri at fáa menninar útaftur í tryggleikan. Ansað verður eftir, at bjargingararbeiðið er trygt, soleiðis at hetta kann eydnast, sigur Arnold Dix, ið verður mettur sum ein av heimsins leiðandi námserfrøðingum.

 

##med2##

 

Hann heldur, at góðir møguleikar eru at bjarga monnunum, og hann hevur ikki mist vónina.

 

Ætlanin hevur verið at borað inn í tunnilin, men tekniskir trupulleikar gjørdu, at hetta í fyrstu syfti ikki bar til, tí borimaskinan gekk fyri. Tá bjargingarfólk hava roynt at komið sær inn í tunnilin, er meira grót lopið undan loftinum.

 

- Tað  eru fleiri møguleikar, sum enn kunnu roynast, og í kvøld er ætlanin aftur at bora niður til menninar, sigur Devendra Patwal, leiðari fyri bjargingarátakinum.

 

Útlendskir miðlar skriva í dag, at neyðugt verður at grava 100 metrar loddrætt niður í tunnilin, men hetta kann koma at taka nakrar dagar, og vandi er eisini fyri, at meira grót fer at leypa undan loftinum.

 

Námserfrøðingurin, Arnold Dix, sigur, at tað er neyðugt við stórum fyrireikingum í samband við bjargingarátakið. Hann kom upp á pláss í gjár og vísir á, at teir longu nú hava gjørt stór framstig í bjargingararbeiðnum seinasta samdøgrið.

 

- Hetta er ein trupul uppgáva, har vit mugu hava yvirlit yvir alla tunnilsskipanina, men eg haldi, at tað sær gott út. Vit skulu finna eina loysn, soleiðis at vit fáa menninar útaftur, leggur hann aftrat.

 

 

 

 

 

Arnold Dix verður mettur sum ein av heimsins leiðandi námserfrøðingum.