Tunnilin er góður ? prísirnir skulu niður

   

Mykinesfólk siga, at Súlan er góð. Søgnin sigur, at um teir ikki siga tað, so missa teir súluna.
Eg rokni ikki við, at vit missa tunnilin, um vit krevja, at prísirnir fara á eitt støði, ið vit kunnu liva við. Sum er missur Vágoyggin sera nógv, tí prísirnir eru ov høgir hjá teimum, ið koyra nógv.
Tá tunnilin varð tikin í nýtslu, var rok um prísirnar. Vit søgdu, at prísaásetingin var púra ør. Tað hjálpti. Og flestu munnu ásanna, at vit høvdu rætt. Um hildið varð fast við upprunaligu prísirnar, so var tunnilin farin á heysin beinanvegin. Tí vágafólk vildu ikki nýtt hann - vit vildu siglt - púra greitt.
Strukturbroytingar vórðu gjørdar. Ístaðin fyri at hava 20 mill kr árliga, so skuldi pf Vágatunnilin hava 18,5 mill kr árliga fyri at svara hvørjum sítt.
Tí undrar tað stórliga, at vit í D&V hoyra, at »Neyðugt er við 25 mill kr árliga. Og bert pendlarnir fáa eitt betri tilboð á hesum sinni ...prísbroytingin verður í marts apríl«.
Tað kann als ikki góðtakast.
Neyðugt er at
?pendlarar skulu/mugu hava eitt gott tilboð.
?at betri rabatskipanir verða fyri allar hinar bólkarnar eisini.
?at prísniðursetingin verður so skjótt sum møguligt eftir 1. januar.
Tá neyðugt er at krevja 18,5 milliónir inn, so er ikki neyðugt at hava ein yvirprís fyri at fáa 6,5 mill kr ov nógv inn.
Eisini trúgvi eg, at gjógvin ímillum 18,5 mill kr og 25 mill, ið nú sigst skal til, má skapa ein forkláringstrupulleika hjá øðrum enn mær.
Ætlanin var at gjalda restskuldina upp á áleið 120 mill aftur upp á 15 ár.
Um 25 mill kr verða kravdar inn, so verða til tað tíð kravdar inn 375 milliónir krónur fyri at gjalda eitt lágrentulán aftur uppá 120 mill kr. T.v.s at rentur og rakstur eru 2 ferðir hægri enn lánið. Og tá er okkurt, ið er vindandi skeivt.
Eisini kann ein fýlast á, at prísniðursetingin ikki verður fyrrenn í »marts ella apríl«. Tá seinasta prísáseting varð gjørd í apríl, varð sagt, at hesir prísir vóru galdandi árið út. So ein væntar, at prísniðursetingin kemur so skjótt eftir 1 jan. sum gjørligt. Soleiðis at lægri prísurin fær fleiri at nýta tunnilin, til gagn fyri brúkaran, ið sum er rindar alt ov nógv.
Tunnilin er góður - men prísirnir eru ov høgir.