Tunnilin gevur veldugar fyrimunir

- Neyvari metingar og mátingar eiga at verða gjørdar til tess at fáa greiði á týdningarmiklum spurningum í samband við tunnilsætlanina, sigur áhugabólkurin í síni niðurstøðu

Tunnilssamband

Í niðurstøðuni hjá áhugabólkinum verður sagt, at einki er til hindurs fyri at gera undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Suðurstreym.
- Hesin tunnil gevur velduga stórar fyrimunir, bæði samfelagsliga, trygarliga, vinnuliga, samfelagsbúskaparliga og umhvørvisliga.

Øllum til góðar
Símun Johanesen, bygdaráðslimur í Nes kommunu, sum stóð fyri høvuðsframløguni hjá áhugabólkinum, segði, at fyrimunirnir við tunlinum fara at koma tveimum triðingum av landsins borgarum til góðar, tá ið undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð er komin.
- Men samfelagsbúskaparliga og umhvørvisliga koma hesir fyrimunir øllum landinum til góðar.
Símun helt, at metingarnar, sum áhugabólkurin hevur gjørt í samband við tunnilsuppskotið, eru rættiliga realistiskar.
- Men tær eru nakað feskar og eiga tí at verða gjøgnumgingnar kritiskt.
Hann vísti á, at lagt er upp fyri eini munandi øking í kostnaðinum samanborið við Vágatunnilin, og tí má hesin í útgangsstøðinum metast at liggja heldur høgt, heldur enn ov lágt.
- Kostnaðarmetingin er tó heft av ávísari óvissu, serliga við atliti til jarðfrøðisligu umstøðurnar á økinum, segði Símun.

Metingar og mátingar
Í sínum tilmæli, sigur áhugabólkurin, at neyvari metingar og mátingar eiga at verða gjørdar til tess at fáa greiði á týdningarmiklum spurningum í samband við tunnilsætlanina.
Símun segði, at ein kost-benefit kanning eigur at gerast. Henda kanning skal vísa á leið, hvussu stóran samfelagsbúskaparligan týdning, eitt tílíkt samband veruliga kann fáa.
- Farleiðin til Havnar og við hesum eisini til Sandoyar og Suðuroyar gerst styttri fyri alla Eysturoynna, og somuleiðis verður styttri millum Skálafjørðin og Vágarnar.
Hann segði, at jarðfrøðisligar mátingar mugu gerast, sum kunnu vísa, hvar best er at byggja tunnilin.

Ferðagjaldið lækkast
- Neyðugt verður eisini at gera metingar um fíggjarhátt, og tá serliga í hvønn mun tað almenna skal verða við til at fíggja verkætlanina.
Símun Johannesen segði at enda, at ein og hvør innskotskapitalur frá tí almenna vil merkja, at ferðagjaldið kann lækkast og harvið gerast minni, enn útrokningarnar vísa.