Tunnilin økir um marknaðin

Hansa Vest, sum hevur starvst sum hárfríðka í nøkur ár, metir møguleikarnar vera góður, nú hon letur upp nýggja salon í Klaksvík

Handilslív
 
Hárlist eitur nýggja salongin, sum rættiliga hóskandi letur upp sama dag, sum Norðoyatunnilin letur upp. Og tað er nú heldur ikki av tilvild, at júst hesin dagurin er valdur.
                       Eg havi onkra tíð hugsað tankan at lata upp egna salon. Og skuldi tað vera, so haldi eg, at tunnilin er eitt fínt høvi til hetta. Sjálv ivist eg ikki í, at hetta økir um kundagrundarlagið. Og tá eg so eisini fann eini hóskandi høli, sum mær dámar væl, so var avgerðin ikki so øgiliga trupul at taka, sigur Hansa Vest, sum stendur fyri nýggju salongini.
                      Hansa, sum er 29 ára gomul, er annars av Tvøroyri, men við manni, húsi og børnum í Klaksvík, hevur hon nøkur ár á baki í býnum. Í 2002 varð hon avlærd hjá Salon Sólrun, og síðani hevur hon starvast hjá Vera Klipp og hjá Salon West í Leirvík.
                      Spurd um sjálva salongina sigur hon, at hon hevur lagt seg eftir, at kundin skal kenna seg væl, umframt at handverkið sjálvandi eisini skal vera í lagi.
                       Eitt nú hava vit valt at hava massasjustólar við vaskini, og ætlanin er so eisini, at talan at kalla bert skal vera um náttúruproduktir, sum verða nýtt til liting, vask og annað. Hetta er nakað, sum er við at vinda uppá seg aðrastaðni, og í longdini er tað væl nakað, sum er betri fyri bæði meg og kundan, heldur hon.
                      Nýggja salongin heldur til á Klaksvíksvegi 59 - beint við síðuna av gamla bankanum, sum nú er ungdómshús.