Tunnilin skapt lív í Vágum

Fólk í Vágum eru sera fegin um Vágatunnilin. Men tey hava tó eittans ynski: At tað skal gerast bíligari at koyra gjøgnum hann.
Eingin ivi er um, at hesin kostnaður heldur fólki aftur í at brúka tunnilin meiri, sigur Edvard Joensen, leiðari á Vága Kunningarstovu.
Leygardagin skipaði hann fyri evnisdegi um týdningin av Vágatunlinum tey seinastu trý árini.

Vágar: Vágatunnilin hevur verið til stórt gagn fyri okkum í Vágum. Fólkatalið er økt munandi. Eftirspurningurin eftir sethúsum er vaksandi og tað er prísurin eisini. Og vinnan hevur fingið nýggjar avbjóðingar.
Men hinvegin so kann vinnan ikki kappast á jøvnum føti við restina av landinum, tí kostnaðurin at koyra gjøgnum tunnilin skapar ójavna kapping.
Hetta var nakað av tí, sum kom fram á evnisdegnum, har bæði umboð fyri vinnuna, politikkarar og onnur tóku samanum tey trý árini, sum hesin undirsjóvartunnilin hevur verið opin.
Hetta málið hevur eisini áhuga fyri kommunurnar í Norðoyggjum, og tí vóru umbð fyri tríggjar av smærru kommunum við á fundinum. Av einihvørjari orsøk var eingin úr tí størsti, Klaksvíkar kommuna.
Tað var Edvard Joensen og Vága Kunningarstova sum skipaðu fyri tiltakinum. Og hann er væl nøgdur við tað:
Vit fingu staðfest, at fólk eru fegin fyri tunnilin. Samstundis var tað eitt breitt ynski um, at tað eigur at gerast bíligari at brúka hann.
At fáa tunnilin goldnan niður sum skjótast verður uttan iva eitt av málunum, sum verður tikið fram í komandi tíðum, sigur hann.


Ójøvn kapping
Tað er altíð gott at fáa staðfest tað, ein hevur varhugan av. Og tað fingu tey so sanniliga, tey sum vóru á pallborðsfundinum í Miðvági leygardagin.
Evnið fyri fundin var støðan í Vágum, nú meiri enn trý ár eru liðin síðani Vágatunnilin lat upp.
Her var sligið fast, at henda nýggja farðleiðin hevur verið til stórt gagn fyri oynna og fólkið, ið her býr.
Eitt er, at fólkatalið er økt munandi. Eitt annað er so tað, at vinnulívið hevur fingið eitt skump uppeftir, men samstundis eisini fingið øðrvísi avbjóðingar í kappingini.
Sum dømi varð nevnt, at flutningur av fiski av oynni hevur ein eyka kostnað við sær, tí allur fiskurin verður bert avskipaður úr Havn. Her mugu virkini sjálvi bera henda kostnað fyri flutning - ein kostnað, sum virkini á meginøkinum ikki noyðast at gjalda.
Her er tí talan um ójavna kapping, varð víst á.

Ein eksplosjón
Á fundinum í Miðvági kom fram, at fólkatalið í oynni er økt við 4,5 % síðani 2002.
Hetta er eitt rættiliga stórt tal, tá ein sammetir við vøksturin í talinum av føroyingum í síni heild. Frá 2002 og fram til 2005 vaks fólkatalið í Føroyum nevniliga bert við 1 %.
Tvær orsøkir eru til henda stóra vøksturin í Vágum: Fyrst er at siga, at tað eru fleiri fødd enn deyð í Vágum hesi árini.
Hinvegin so hevur eisini eitt týðiligt rák verið, at heilar familjur eru fluttar vestur í Vágar hesi trý árini.
Tað er vorðið munandi lættari hjá fólki at búgva í Vágum, og finna sær arbeiði har ella aðrastaðni.
Til ber í dag at staðfesta, at av teimum 484 føroyingunum, sum vit gjørdust fleiri frá 2002 til 2005, vóru teir 127 í Vágum. Hetta svarar til meiri enn fjórða hvønn føroying.
Ja, skal ein hyggja aftur í tíðina, so byrjaði vøksturin í fólkatalinum longu tá teir fóru undir at grava fyri Vágatunlinum.
Ein kann siga, at tann fyrsta eksplosjónin til Vágatunnilin, skapti hesa eksplosjónina í fólkatalinum, sigur Edvard Joensen.




Fakta

Bilar um Vestmannasund
Við Strandferðsluni: Einir 350 bilar um dagin
Gjøgnum Vágatunnilin vanligar dagar: 1100 bilar
Gjøgnum Vágatunnilin tá ókeypis er at koyra: Um 4000 bilar hvønn vegin



Fakta

Indeks fyri sethúsaprísir
1999 (áðrenn byrjað varð uppá tunnilin): 100
2001 (meðan arbeiðið er í gongd): 101
2002 (tá tunnilin letur upp): 117
2003: 140
2004: 140
2005: 121