Fýra dagar um árið er ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, og tveir dagar um árið eru bæði Norðoyatunnilin og Vágatunnilin ókeypis samstundis. Í morgin er tunnilsdagur, har ókeypis verður at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin.
- Tað er soleiðis, at handilslívið í Klaksvík ger av, hvørjar tveir ókeypis leygardagar, vit vilja hava um árið, og síðan er tað nevndin fyri undirsjóvartunlarnar, sum ger av, nær hinir báðir dagarnir eru. Dagarnir, tá tunlarnir eru opnir samstundis, eru teir leygardagar, sum liggja nærmast 29. apríl, sum er dagurin, tá Norðoyatunnilin læt upp og leygardagurin nærmast 10. desember, sum er dagurin, tá Vágatunnilin læt upp.
Tað sigur Magnus Arge, sum er formaður í Handilsfelagnum í Klaksvík.
Hann heldur ikki, at tunnilsdagarnir eru líka so attraktivir hjá fólki nú, sum teir vóru í byrjanini. Kortini savnar ein slíkur dagur framvegis nógv fremmandafólk í býnum.
- Handlarnir í Handilsfelagnum í Klaksvík hava vanliga opið ein slíkan leygardag frá klokkan 10-22, og fellir dagurin á gott veður, er hetta ein hugnaligur dagur í býnum, har fólk eru í góðum hýri.
Hann vísir á, at onkur setir okkurt út um, og handlarnir taka væl ímóti teimum, sum detta inn á gólvið.
- Jú, hetta er vanliga ein dagur í Klaksvík við nógvum fremmandafólki ein dagur, sum ein serligur dámur er yvir, um veðrið háttar sær væl, sigur Magnus Arge.
Tá tunnilsdagur er, er ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin frá klokkan 06 leygarmorgun til klokkan 06 sunnumorgun.