Sv. Aage Ellefsen
Væl av grenji hevur verið at hoyra í samband við at vegskatturin skal hækkast.
Tað er væl skiljandi, tí øll hava nokk av dagligum útreiðslum.
Fyri okkum í Vágunum er vegskattarokningin til landskassin ikki hon, sum stressar og tyngir mest.
Tað gera hinvegin, tey ógrundaðu høgu vegskattagjøldini, vit rinda til fæsta sambandi um Vestmannasund. Tí meðan onnur í Føroyum sleppa við at gjalda úr kr. 3000 til landskassan, so skulu tey, sum koyra dagliga um sundið, og sum sleppa bíligast í Vágunum í minsta lagi gjalda kr. 12.000 til tunnilin umframt kr. 3.000 til landskassan ella tilsamans kr. 15.000 árliga!
Tað er vælkent og vælprógvað, at leiðslan fyri P/f Vágatunnilin als onga føling hevur havt og ei heldur hevur, fyri hvussu hendan íløgan skal tæna teimum, hon varð ætlað til, sum frægast. Monopolmenn, sum teir allir eru, hava teir sjálvsagt ilt at fáa eyga á kundanna tørv, men virka tvørturímóti í teirra dagligu sannføring, at tað eru viðskiftafólkini, sum skulu tillaga seg og ikki tænastan, ið veitt verður.
Harragud viðskiftafólkini hava jú einki val, so tey skulu bara halda munn!
Ferðslan til Vestmanna og Vágar
Tað er landsstýrið/løgtingið, ið eiga partafelagið Vágatunnilin, og sostatt eru tað landspolitikkararnir, ið hava hægstu ábyrgdina av tunnilsfyrisitingini.
Ì sambandi við ein fyrispurning á løgtingi herfyri kom fram, at ferðslan millum meginøkið og Vestmanna og meginøkið og Vágar er á sama støði - nevniliga einir 1000 til 1100 bilar dagliga.
Ì Vágunum búgva uml. 2,5 ferðir so nógv fólk sum í Vestmanna. Harafturat hava vit flogvøllin í Vágunum, og um hann ferðast sum kunnugt eini 500 fólk dagliga, so við atliti til virksemi í Vágunum, átti dagliga ferðslan millum Vágar og meginøkið nattúrliga at ligið omanfyri 3000 akfør.
Tað hevur við øðrum orðum eydnast tunnilsleiðsluni við sínum príspolitikki, at halda ferðslutíttleikan niðri á einum triðingi av sjálvsagda støðinum. Og sagt við øðrum orðum, fáa vit - orsakað av tunnilsleiðsluni - einans ein triðing av tí ágóðanum til høldar, sum vit áttu at fingið burtur úr tunnilsíløguni!
Tað er harmiligt at landspolitikkararnir, hóast teir ferð eftir ferð eru gjørdir varugur við viðurskiftini, ikki lata við seg koma!
Verður Annfinn Kallsberg bjarganin?
Nógv av okkum hava trúð og vóna, at viðurskiftini mundu fáa eina broyting, so skjótt Norðoyartunnilin varð liðugur.
Tíansbetur tykist nú, at soleiðis verður.
Fyri kortum boðaði Annfinn Kallsberg frá, at hann fór at virka fyri, at vegskatturin til landskassan skuldi brúkast at afturrinda og reka m.a. undirsjóvartunnlarnar, og at nýtslugjøldini soleiðis skulu falla burtur.
Hettar eru góð og rímilig tíðindi. Sjálvsagt skulu allir føroyingar - í hvussu so er øll í meginøkinum - rinda tað nú nógv víðkaða veganeti. Tað er jú einsvæl koyrandi úr Eysturoy og Streymoy til Norðoyggjar og Vágar, sum tað er koyrandi hinvegin!
Men, eitt er, hvat Annfinn Kallsberg vil virka fyri, og annað er, hvat er møguligt - nú landskassin orsakað av teirri burturvið stóru almennu útreiðsluøkingini seinastu valskeiðini, er í fíggjarligari trongstøðu!
Tí skal mín áheitan vera, at eigararnir av Vágatunnlinum - t.e. løgting og landsstýri - beinanvegin áleggja leiðsluni fyri tunnilsfelagnum, at seta niður øll nýtslugjøldini - í hvussu so er - niður í helvt! Hvørt hetta verður gjørt í sambandi við broytingina í lóg um vektgjøld ella annað uppskot, er eins feitt fyri okkum!
Og hvørt hetta hevur við sær lægri ella hægri inntøkur hjá felagnum, kann bert tíðin vísa. Helst fer ferðslulopið, sum kemur orsakað av lægra gjaldinum, at føra við sær munandi inntøkuhækkingar.
Men eitt er givið, og tað er, at lækkingin als ikki fær stórvegis skaðiligt árin á felagsraksturin. Heldur tvørturímóti!
Tí hvørjum líkist tað, at krevja inn 30 mió kr. árliga, fyri at reka 4,7 km av nýggjum koyrivegi, tá rentur og avdráttir kosta niðan fyri 15 mió.
Hetta rýkur av monopolhugsjón, so tað stendur eftir, so her má beinanvegin takast annað skinn um bak!