Tunnilsgjaldið niður á 30 krónur

Nú er júst løtan, at gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin verður sett niður á hægst 30 krónur fyri túrin líka mikið hvørjum akfari tú koyrir í.

Lastbilar, trailarar persónbilar, ja øll fyri sama prís. Tí tað er nú, vit skulu liva. Hóast gjaldið bleiv sett niður, so kundi hent, at tað kom eins nógvur peningur inn, tí tað hevur ein sæð aðrastaðni.

Dugi ikki at síggja fyrimunin fyri samfelagið her norðuri, at vit skulu skunda okkum at gjalda Norðoyatunnilin niður upp á fá ár, samstundis sum ferðavinna og vinnan sum heild verður rakt av hesum gjaldi, tí tað kostar alt ov nógv at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.

Hví skulu vit skunda okkum at niðurgjalda Norðoyatunnilin uppá fá ár, samstundis, sum vit júst nú hava kanska allar mesta brúk fyri, at tað er ókeypis ella so lætt at koyra sum til ber.

Haldi tað er rættari at leingja afturgjaldstíðina upp til møguliga 50 ár, soleiðis at eisini okkara núlivandi borgarar skulu hava møguleika at koyra ígjøgnum tunnilin, uttan at tað í fleiri førum skal følast sum ein byrða. Og er tað nakað sum vit ikki hava brúk fyri í krepputíðum, so er tað óneyðugar byrðar.

Um prísurin fyri gjaldið í Norðoyatunnilinum verður settur so langt niður, at ein ikki nýtist at hugsa um, at ein skal ígjøgnum tunnilin, vil hettar hava sera góða ávirkan á okkara handilslív í Klaksvík, sum er tiltikið fjølbroytt og gott.

Okkara hart rakta vinnulív vil eisini fáa fyrimunir av hesum, bæði tá stórir bilar, trailarar og onnur amboð skulu ígjøgnum fyri at fara aðrastaðni at arbeiða. Hetta hevði so gjørt, at norðoyingar og vágafólk blivu meira kappingarførir á jøvnum føti við økini, sum ikki tørva undirsjóvartunlar at koyra ígjøgnum.

Tað er somuleiðis ein stórur fyrimunur fyri ferðavinnuna, um gjaldið verður sett niður, soleiðis at túroperatørarnir ikki skulu taka atlit fyri undirsjóvargjaldinum fyri bussarnar hjá teimum. Tað komu uml. 50 útlendsk ferðamannaskip á Havnina í summar, og haðani blivu so bussútferðir gjørdar runt ymsastaðni, men veit ikki um nakran bus, sum kom til Klaksvíkar.

Her má og skal broyting koma í. Havi spurt meg fyri og fingið at vita, at gjaldið í Norðoyatunlinum er ein forðing fyri, at turistbussar koma hendanvegin. Tað hevði verið kærkomið hjá handlum í Klaksvík, um nøkur av hesum ferðafólkum høvdu lagt nakað av peningi eftir seg í Klaksvík eisini og hevði hetta verið eitt gott fíggjarligt íkast. Her er eisini nakað hjá ferðavinnuni at tosa um.

 

Tíðirnar broytast

Veit væl, at ein av treytunum fyri, at Norðoyatunnilin í heila tikið kom, var at vit skuldu rinda bummgjald, og tað skulu vit sjálvandi fyrihalda okkum til. Síðani undirsjóvartunnilin kom, eru tíðirnar nógv broyttar, og Klaksvík er í dag í eini serstøðu, og nakað má og skal gerast fyri at bøta um støðuna. Undirsjóvargjaldið er eitt av fleiri tingum, sum kann gerast okkurt við fyri at bøta um korini hjá okkara borgarum og vinnulívi.

Hettar hevði m. a. havt við sær, at handilslívið í Klaksvík bleiv broytt. Vit her norðuri hava avbera góðar og fjølbroytar handlar , og er tað av stórum týdningi, at undirsjóvargjaldið ikki er ein forðan hjá fólki aðrastaðni frá at koma til Klakvíkar at handla.

Endamálið við Norðoyatunlinum má væl vera, at hann verður brúktur mest møguligt og gevur okkum øllum báðumegin tunnilin størsta gagn. At seta gjaldið niður til 30 kr. fyri øll akfør fer heilt víst at hjálpa, og tað er júst nú, at neyðugt er at seta gjaldið niður, tí um 20 ár er tað kanska ikki neyðugt.

Eg vil til seinast heita á okkara løgtingsumboð um at tosa við nevndina í Norðoyatunlinum um at seta gjaldið í tunlinum niður. Her mugu øll flokspolitisk mørk leggjast til síðis.