- Flokkarnir fingu eitt uppskot um tunnilsloysn fyri jól, so eg vænti at frætta frá teimum aftur skjótt, sigur Jørgen Niclasen.
Tað var undan jólum, at flokkarnir á tingi fingu eitt uppskot um teir báðar tunlarnar, Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, til viðgerðar.
- Eg dugi ikki heilt at siga, nær flokkarnir eru lidnir at viðgera uppskotið, men væntandi gongur ikki alt ov long tíð, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann vil ikki koma nærri inn á innihaldið í uppskotinum.
- Vit eru samdir um, ikki at fara at viðgera innihaldið í uppskotinum í fjølmiðlunum, tí so vita vit í hvussu er, at einki kemur burtur úr, sigur Jørgen Niclasen.
Tað er bara eitt stað, ið samráðingarnar fara fram.
- Skulu vit samansjóða sjónarmiðini hjá flokkunum, skal tað gerast við samráðingarborðið, og ikki í fjølmiðlunum, sigur Jørgen Niclasen.