Tunnilsveðrið

Petur Skeel, veðurfrøðingur, kunngerð sína veðurforsøgn til tunnilsvikuna



Góða veðrið vit hava havt hesa vikuna heldur fram leygardagin. Tað verður góður møguleiki at fara út at ganga í Klaksvíksgøtum og heilsa uppá fólk, tí at veðrið verður lýtt og sólin sær. Seinni út á kvøldið veksur vindurin eitt sindur. Um midnáttarleitið kann tað fara at dropa eitt sindur, men tað verður ikki nógv.
 
Sunnudagin verður ikki so gott útiveður. Hann veksur vindin í ein hvassan sunnan. Tað verður møguliga regn og mjørki.
 
Restina av vikuni verður óstøðugt veður. Vit kunnu vænta okkum regn av og á og eitt sindur av vindi. Tað verður lýtt alla vikuna út, so tað verður eingin orsøk til at taka vøttir við til norðoyggjarnar.
 
Leygardagin opnar tunnilin, og tá sær út til at fara at verða rættiligt summarveður. Tað er um at njóta tað góða veðrið, meðan tað heldur sær. Hóast tað sær eitt sindur gráari út í næstu viku, so kunnu vit vænta okkum onkrar glottar.
 
Summarið er ávegis!