Jógvan Nybo, Kommunustýrislimur, Viðareiði
Síggi, at Kári á Rógvi hevur lagt uppskot fram á tingborð um at avtaka lógina um tunnlar norð um fjall, men fyribils sæst, at rættarnevndin mælir frá at samtykkja hetta uppskot.
So langt so gott, men eg haldi, at her má onkur misskiljing verða komin í, tí tað verður bert tosað og skrivað um tunnlar norð um fjall, meðan tann størsti ferðsluvandin, sum er vegastrekki Viðareiði – Hvannasund ikki verður nevnt við einum orði, nú so nógv stríð er um íløgur.
Tunnlarnir norð um fjall eru so sanniliga átroðkandi at fáa gjørdar, men eg meti tað sæð út frá einum trygdarsjónarmiði soleiðis, at tunnilin Viðareiði – Hvannasund má gerast áðrenn tunnlarnir norð um fjall, tí vit tosa um her trygdina hjá teimum, sum dagliga koyra hetta vegastrekki.
Mín inniliga áheitan á politisku skipanina er hon, játtið fyrst pening til tunnil Viðareiði – Hvannasund og haraftaná tunnlar norð um fjall, tí teir tunlarnir eru so sanniliga ótíðarhóskandi og eiga at fáa høga raðfesting.