Turið Debes Hentze: Ein konsert er ?frit tilgængelig?

Advokaturin Turið Debes Hentze heldur, at ein almenn konsert er eitt ?frit tilgængeligt sted?, og tí hevur ein og hvør loyvi at taka myndir á slíkum støðum. Hinvegin er tað torført at meta um, um talan er um privat viðurskifti

 

Í sambandi við greinina í Sosialinum í gjár um eina heimasíðu, sum vísir ivasamar myndir av fólki í konsert, hava vit fingið orðið á Turið Debes Hentze.

Í paragraf 264 a í revsilógini stendur at lesa, hvar ein hevur loyvi at taka myndir. Lógin sigur, at tann, sum tekur myndir á einum ?ikke frit tilgængeligt sted? kann revsar við fongsli ella bót.

Turið Debes Hentze heldur ikki nakrar iva vera um, at ein konsert kann sigast at vera ?frit tilgængelig?, og tí hevur ein og hvør loyvi at taka myndir á konsertum.

Tískil ber til at sláa fast, at Petur Hansen hevur loyvi at taka myndirnar, sum hann hevur lagt út á heimasíðu sína, tí frí atgongd er til konsertir í Føroyum.


Aðrir faktorar

Ein annar spurningur er, um hann hevur loyvi at almannakunngera ella ?videregive?(sum tað stendur í lógini) hesar myndirnar á heimasíðuni. Hesin spurningur er heldur torførari at meta um, og fleiri ting skulu takast við í metingina av hesum spurninginum, heldur Turið Debes Hentze.

Spurningurin er, í hvønn mun persónarnir á myndunum hava verið við til at stilla seg fram til myndatøkuna. Um ein persónur við vilja fegin vil sleppa uppá myndina og sjálvur hevur viðvirkað til, at myndin skal takast, so skal hesin persónurin ikki vænta sær at vinna eitt møguligt rættarmál.

Advokatar tosa um nakað kallað eginskuld, og hon vigar óivað tungt í eini meting hjá dómaranum.

Petur Hansen segði í greinini í gjár, at tey flestu á myndunum sjálv høvdu poserað fyri honum, so hann skuldi taka eina mynd av teimum.

Turið Debes Hentze sigur, at í hesum sambandinum eru tað fleiri ymiskar lógir, sum skulu takast við í metingina, og tá hesar lógirnar kanska stríða hvør ímóti øðrum, er tað torført at siga nakað ítøkiligt um júst hetta málið.

Tað er av stórum týdningi, í hvørjum sambandi verður víst fram, tí tað er ymiskt, hvussu myndir kunnu skiljast í ymiskum umhvørvi.

Nær eru myndirnar tiknar uttan loyvi. Um ein persónur stendur miðskeiðis á dansigólvinum frammanfyri einum myndatóli, so verður tað kanska tulkað sum, at hesin persónurin hevur givið sítt samtykki til at myndin verður tikin.

Hinvegin er tað kanska nakað annað, um myndin er tikin í einum króki uttanfyri, har tvey standa og fríggja burturfrá.

Rætturin skal taka støðu til, hvat kann kallast ?privat forhold? og hvat ?kan åbenbart unddrages offentligheden?.

Pressufrælsið gerst alt víðari, og myndamaðurin hevur eisini eitt ávíst frælsi at taka myndir á almennum støðum.