Turið: Framúr gott verjuspæl bar sigurin heim

(Ljóðsamrøða) Hoyr Turið Arge Samuelsen seta orð á minniliga sigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum ímóti Finnlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Turið Arge Samuelsen, sum spælir við føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti greiða frá 20-17 sigrinum ímóti Finnlandi, sum saman við 25-24 sigrinum á Grikkalandi ígjár merkir, at føroysku kvinnurnar eru víðari til høvuðsundankappingina.

 

Turið Arge Samuelsen vísir á nakrar faktorar, sum bóru sigurin heim. Føroyska liðið hevði eina krútsterka verju, sum finsku spælararnir høvdu torført at bróta niður. Føroysku málverjarnir stóðu framúr væl, og ungu spælararnir, sum komu inn á vøllin gjørdu tað framúr væl. Síðst og ikki minst var tað eisini trúgvin uppá egnan mátt, sum bar langt hjá føroyska liðnum.

 

Turið undirstrikar, at hesir báðir sigrarnir og víðari luttøkan til høvuðsundankappingina hevur stóran týdning fyri føroyskan kvinnuhondbólt, og hon væntar ikki at síggja avboð aftur.

 

Nú hátíðarheldur Turið sigurin saman við føroyska hópinum á gistingarhúsinum í Athen í Grikkalandi.