Turið: Mugu vísa sama støðið aftur leygardagin

(Frá Rás2) Turið Arge Samuelsen fegnast um, at kyndilskvinnur hildu givnar avtalur í 26-22 sigrinum ímóti Neistanum í kvøld

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Turið Arge Samuelsen, sum var Kyndli dygg við at skora uppá nógv skjótálop, tá kyndilskvinnur vunnu 26-22 (12-10) ímóti neistakvinnum í tí fyrru/fyrstu FM-finaluni, sum var spæld í høllini á Hálsi fyrr í kvøld.

 

Turið Arge Samuelsen fegnast um, at hon og liðfelagarnir hildu stórt sæð alt tað, sum tær høvdu avtalað undan dystinum. Hon ásannar, at Kyndil hevði onkrar verri løtur undir dystinum, men hon undirstrikar, at Kyndil hevði orkuna til at arbeiða seg upp úr aldudalinum aftur.

 

Turið Arge Samuelsen slær fast, at nú ræður tað um hjá kyndilskvinnum at vísa høgt støðið tveir dystir á rað, og ikki at fella aftaná eitt gott avrik: - Eg ætli mær at vinna greipuna í ár, slær Turið fast.