Turið Sigurðardóttir, sum hevur verið lektari í bókmentum á Føroyamálsdeildini í mong ár, er nú flutt fram til at vera professari í bókmentum Turið Sigurðardóttir varð BA í íslendskum máli og bókmentum og almennari bókmentasøgu við Háskóla Íslands í 1976 og mag. art. í bókmentafrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn í 1988.
Hon kom í fast starv sum adjunktur á Fróðskaparsetrinum í 1988 og bleiv lektari tvey ár seinni. Turið Sigurðardóttir hevur undirvíst á øllum stigum á Setrinum, og hevur lagt eitt stórt bókmentaligt granskingararbeiði úr hondum. Hon hevur verið deildarleiðari á Føroyamálsdeildini í tveimum umførum og havt nógvar fakligar uppgávur í norðurlendskum høpi.
Tey, sum hava sitið í metingarnevndini at meta um førleikan hjá Turið Sigurðardóttur, eru Ástráður Eysteinsson, professari, Háskóli Íslands, Dagný Kristjánsdóttir, professari, Háskóli Íslands og Idar Stegane, professari, Universitetet i Bergen.