TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Turið Arge Samuelsen, sum skoraði fýra mál, tá hon og liðfelagarnir vunnu 28-26 (14-14) ímóti Stjørnuni í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.
Turið Arge Samuelsen hevur nógv góð orð at bera unga liðnum hjá Stjørnuni, sum hon heldur hevur tikið seg nógv fram seinastu tíðina, og hon heldur, at tað er sera torført at spæla ímóti Stjørnuni, sum ongantíð gevur upp, men stríðist allan dystin.
Royndi spælarin hjá Kyndli kann fegnast um bæði stigini í dag, men hon er ikki leikliga nøgd við dystin har kyndilskvinnur vóru ov nógv í sjálvdrátti, og gloymdu at spæla sum eitt lið.
Støðan: